Skip to main content

Topput dunna í Súpanarvík



Í Súpanarvík, yviri við Strond, niðanfyri trøðna hjá Sjúrði hjá Júst, har sum Boðanesheimið verður bygt, sá eg hesar marglittu dunnur á middegi.

Serliga áhugaverd er dunnan við ljósum toppi, mitt fyri.

- Hatta er bara ein vanlig topput dunna, sigur Jónheðin Tróndheim, ið er inniløgumaður, ið veit mangt og hvat um landbúnað. - Mær vitandi er hatta eitt fyribridgi, sum sæst rættiliga javnan. Men ungarnir, sum hava topp, doyggja ofta ungir, tí hinir ungarnir ganga og nippa í toppin, so tað at enda kemur bruni í. Nakað so greiddi Jens Reinert mær frá um topputu dunnurnar, sigur Jonheðin.

Í baksýni sæst ein gul broyt niðri við sjóvarmálan. Arbeiður hon ikki við sjóvarhita, so arbeiðir hon við nýggjari kloakk. Gamla kloakkin, sum var her, er langt síðani tikin burtur av brimi. Tekniska nevnd í Tórshavnar kommunu setti sær fyri í 2005 at reinsa allar áir og vágir komandi fimm árini.

- Ætlanin er, at børn aftur kunnu spæla ekkaleys í áunum og fram við strendurnar. Sum støðan var, so fleyt alt í mannatrekki, og kloakkstankur var allastaðni, tú gekk fram við eini á ella í fjøruni, segði Marin Katrina í samrøðu við heimasíðuna hjá Tórshavnar kommunu í 2009.