Skip to main content

Framsýning í Steinprenti


Fríggjadagin kl 16:00 bjóðar Steinprent til framsýning við Bjarne Werner Sørensen. Framsýningin er sjáldsama heilskapað og samanhangandi.

Tað yður og krýpur og livir í hesum steinprentunum, sum hava ikki so fáar líkheitir við tónlistaverk. Og kanska kunnu vit siga, at náttúran er til staðar í teimum á abstraktan hátt eins og eitt hugsjónarligt grundstøði undir organisku mynstrunum í hansara prentum.

Í sambandi við framsýningina verður givið út eitt katalog við litmyndum av verkunum og av arbeiðnum í Steinprenti. Tekstin hevur Kinna Poulsen skrivað, hon skrivar m.a. um heitini á steinprentsrøðunum: Heitini á steinprentsrøðunum sipa í ein vissan mun til náttúrufyribrigdi, "Stenskygger" sipar eisini ítøkiliga til steinprentstøknið, meðan "Indfald" bæði kann snúgva seg um eitt hugskot og um tilvildarligar ljósglottar. Heitið á nýggjastu røðini "Domino" kundi bent á, at okkurt nýtt er í ferð við at henda, í øllum førum hevur domino einki sum so við náttúru at gera. Nýggju prentini eru at kalla ørkymlandi øðrvísi í mun til tær eldru grafisku myndirnar hjá Bjarne Werner Sørensen. Hetta slagið av geometriskari abstraktión við landslagskendum assosiatiónum til sólarris tykist onkursvegna alt ov gamaldags og einfalt til sofistikeraða listamannin. Men hyggja vit nærri og hugsa vit okkum um, geva eisini hesar myndirnar seg inn undir heildina í grafiska verkinum hjá Bjarne Werner Sørensen, sum er stýrd av tilvildini í skipaðum, seriellum kombinatiónum.

Framsýningin er opin til 17. november.