Skip to main content

Sól og regn úr Kirkjubø til Tjørnuvíkar

Ferðaleiðarin Bill Schwab skoðar út á vágna undir standmyndini av Nólsoyar Pálli í túninum á Hotel Tórshavn. Næstu eru Bryan Treen, Clay Lipsky, Barron Snyder, Andi Alexander, Jesse Alexander og Byron McNew. Í morgin er fjúrtandi september og undir tjaldrinum og ravninum fingu tey søguna um tann dagin í politiska kalendaranum.

Úr Vágsbotni gingu vit út í Rættará at síggja stórhavalbeinini, sum eru um portrið í húsunum hjá Bauer. Byron avmyndar og Andi hevur eina stilla løtu, meðan hon nemur við hvalabeinini.
 
 














So ganga vit heim aftur til bilarnar á parkeringsplássinum, men hov, har er Jónas, sum bjóðar okkum inn í Studio Bloch, sum hann hevur inrættað í húsunum hjá Öström.
Livandi og púra impromtu fortelur hann okkum um útgerðina og møguleikarnar her, beint við hav og haga, mitt í verðini og tó langt burturi frá øllum.

Fólk eru púra burtur í hølunum og teim upptøkum, her eru gjørdar. Bryan, niðanfyri, er eisini ljóðteknikari og finnur ein Mini Moog og søguligar miksipultar og bandupptakarar. Ein hugtakandi løta við altjóða farra. Hetta kundi eins væl verið í Los Angeles, sigur Clay, sum arbeiðir hjá Fox Sport har í býnum.



Andi spyr um teppið á vegginum og Jónas greiðir frá um akustikk og tilfar, og sigur frá hvussu ljóðið ferðast og verður kastað aftur. Og so trívuran hann í gittaran at vísa dømi um klang í rúminum. Andi er púra burtur.

So sleppa vit Öström og Studio Bloch og ganga heim í Vágsbotn, úr Bøgøtu, krossa Tróndargøtu, hina vakrastu í Havn, og so oman í Vágsbotn, har eg avmyndi Bryan, sum nú ger Rolleiflex myndatólið klárt til Kirkjubøtúrin.


So eru vit í Kirkjubø og hava parkerað teir tríggjar bilarnar, vit koyra í. Andi fortelur mær um Leica myndatólið, hon hevur arvað frá pápanum, Jesse Alexander, sum stendur aftanfyri. Tað er ikki tann rasarabilur og motorsúkkla, hann ikki hevur fotografera, sigur hon. Hann býr í Santa Barbara og á baksíðuni á visittkortinum situr hann í einum gomlum Porsche. Men henni dámar ikki fart. Hon býr í statinum New York, langt frá samnevnda býnum, og tekur bara fáar vælvaldar myndir við Leica kameranum, í mesta lagi tríggjar av hvørjum motivi. Hetta gamla kamera hevur hjálpt mær at slappa av og fata alt í einum lagri tempo, sigur hon og gerst heilt meditativ. Her var nakað at hugsa um. Slow foto.

Bill Schwab er longst til høgru, aftanfyri ger Bryan klárt og til vinstru er kendasti myndamaðurin, Barron Snyder úr Colorado, sum eisini er jarnsmiður og flogskipari. Eg havi altíð havt áhuga fyri alt ov nógvum, sigur hann.


- Eg havi lánt talgilda lummatólið hjá konuni, so eg kann leggja myndir á bloggin hjá okkum um kvøldarnar. Men annrs brúki eg bara gamlan film á rullu, sum við hesum Bronica myndatólinum, har eg brúki Ilford film, sum eg so framkalli tá eg komi heim.


- Tá eg fór umborða á flogfarið heimanífrá, vildu trygdarfólkini hava at vita, hvat hetta var fyri rullur og hví eg hevði so nógvar við mær, sigur hann og grípur í lumman eftir einum nýggjum filmi.


Og so gera tey stiltigandi klárt, hvør við sínum kamera, onkur við stóli, ljósmátara og filtrum, og úr hvørjum króki finna tey motiv, sum onkuntíð bara eru eitt skýggj, ein glæma, ella ein blinkstran á sjónum. - Hetta er næsta fotoparadís á jørð, siga tey øll. Tey hava ferðast víða og kenna til Ísland og viðurskiftini at ferðast og taka myndir har. - Men ongastaðni eru fólk so vinalig og outgoing, sum her í Føroyum, vilja tey vera við.


Bryan ger klárt í Kirkjugarðinum í Kirkjubø. Hann hevur reist seg úr stólinum og mátar ljósið gjøgnum eitt reyðligt filtur. Hetta er hægri vitinskapur, má eg sanna, meðan eg renni um gravirnar við einum Canon 60D og taki snapshots.


So koyra vit norður eftir oyggj og ætla at síggja Koltur av Norðradalsskarði. Men gakk, tað er kølsvart í mjørka, ódn og oysandi regn. Vit koyra oman í Kollfjarðardal, keypa bensin og kola, og so norður eftir. Steðga við Áir og Fossá, men nei, veðrið er ikki til at opna hurðina. Koyra beint til Tjørnuvíkar og renna oman á sandin, har seyðahundar vilja spæla við amerikansku gestirnar. Bill heldur tað vera heilt stuttligt, serliga nú Risin og Kellingin eru í baksýni. - Her koma vit aftur, tá veðrið verður betri, siga tey øll.


Barron vísir mær eina bók, hann hevur lisið innan Føroyaferðina. Inngangin hevur David Linklater skrivað og bókin kallast The Atlantic Islands. A Study of the Faeroe Life and Scene, sum forlagið Collins gav út í London í 1948. Høvundur er bretski fuglafrøðingurin Kenneth Williamson (1914-1977), ið var bretskur hermaður í Føroyum árini 1941-1945. Í 1944 giftist hann Esther Louise Rein úr Havn og tey fingu børnini Hervor og Robin. Soleiðis kunnu vit alla tíðina læra nýtt, uttan at vita av nøkrum.