Skip to main content

Spariráð í dýrtíð



So nærkast bensinprísurin tólv krónum fyri liturin. Heilt nágreiniliga ellivu krónur og hálvtrýss. Diesel er farið upp um tíggju krónur liturin. Dýrt er at koyra bil, ið brennur nógv. Og teir bilar, ið brenna lítið, eru ikki bíligir at keypa. Eftir eina skjóta samanbering millum føroyska og danska bilamarknaðin eru tað bara teir allar dýrastu bilarnir, ið eru lutfalsliga ódýrir at keypa í Føroyum. Teir havi eg ikki ráð at keypa allíkavæl. Teir smáu býbilarnir, ið brenna lítið, eru ógvuliga dýrir at keypa her í landinum. Dagsaktuelt dømi er at Suzuki Alto kostar 130.000 í Føroyum, meðan hann kostar 84.000 í Danmark. Hví so er, at føroyski myndugleikin tykist vilja hava okkum at keypa dýrastu bilar við útgerð, sum vit ikki hava brúk fyri, er óskiljandi. Men oljufelagið Magn hevur ovast á heimasíðuni í dag eina røð av spariráðum til tey, sum enn koyra privatbil:

Spariráð frá Magn til bilin

Siktið við ráðunum er, at tú skalt kunna koyra bil púra vanliga og kortini spara bensinútreiðslur.

1) Slepp undan harðligari koyring. Harðlig koyring kann økja um brennievnisnýtsluna við heilum triðingi í mun til varðliga koyring. Lat vera við at økja um ferðina ella bremsa harðliga. Snara róðrinum sum minst.

2) Koyr í hægri gervi (ella giri, sum nýggja Teoribókin sigur). Tess hægri gervi, tess lægri snúningsferð á motorinum, tess meira minkar brennievnisnýtslan. Skift í hægri gerv, tá tú kanst, uttan at pressa motorin.

3) Sløkk motorin, tá tú stendur stillur. Tómgongd brúkar brennievni. Sløkk motorin, tá tú bíðar eftir onkrum, og tendra ikki aftur fyrr enn tað er neyðugt.

4) Koyr hóvliga. Meira ferð økir luftmótstøðuna, ið krevur meiri brennievnisnýtslu fyri at halda ferðini. Ansa eftir, at snúningsmátarin ikki fer upp í tað reyða økið.

5) Koyr sum minst í meldurtíð. Slepp tær undan at koyra í nógvar ferðslu. Minni bíðitíð merkir, at tú sparir bensin.

6) Halt javna ferð. Heldur enn at seta motorin í frígervi í undanbrekku, eigur tú at varðveita sama snúningstalið. Tað merkir, at tú vinnur ferð, sum skal gagnnýtast heilt orkurætt, um tú seinni skalt í mótbrekku.

7) Stilla motorin. Kanna og innstilla motorin. Ein rætt innstillaður motorur kann minka nýtsluna við upp til 4 prosentum. Skift tí olju og akta tilráðingunum frá bilframleiðaranum um serviceeftirlit.

8) Rætt dekktrýst. Dekk við røttum lufttrýsti eru tryggari og halda longur. 1 psi óv lágt dekktrýst kann økja brennievnisnýtsluna 3 prosent. Vandi fyri breki er altíð størri á dekkum við óv høgum ella óv lágum dekktrýsti.

9) Ansa eftir vektini. Hvørji 45 kg í bilinum kunnu økja brennievnisnýtsluna við 1-2 prosentum. Tak óneyðugar lutir ella viðføri, ið økja um vektina, úr bilinum.

10) Lat vindeyguni aftur. Vindur, ið blæsir inn gjøgnum eitt opið vindeyga, minkar ferðina á bilinum. Um tú trýstir eitt sindur eyka á speedaran fyri at fáa ferð á aftur, økist nýtslan sjálvandi.

11) Brúka rætta olju. Nýt altíð ta av framleiðaranum viðmæltu dygdaroljuna, tí hon kann minka brennievnisnýtsluna 1-2 prosent. Betri motorolja kann eisini betra um motordygdina.

12) Kanna luftfiltrini. Luftfiltrini halda óreinsku burturi, so motorurin ikki fær skaða. Við at skifta eitt typt luftfiltur kanst tú minka um besinbrúkið upp til 10 prosent og samstundis verja motorin.

Kanska eru bestu spariráðini at siga sum Álvheygg á sinni: "Sig altíð neitakk til tann fyrsta. So kemur tann næsti aldrin!"