Skip to main content

Tórshavnar Marathon í altjóða bók




Tá fyrsti fundur um atlas var við Harper Collins í Glasgow í Skotlandi í januar 2011, sat ein ritstjóri við næsta borð og gjørdi eina bók um sjáldsom støð at renna marathon kring allan heim. Eg toygdi meg yvir á borðið og legði hon eitt visittkort við áskriftini "Tórshavnar Marathon in September".

Tilvildarliga korridorprátið í opna skrivstovulandslagnum hevur nú borið ávøkst. Tíggjunda Tórshavnar Marathon, sum Bragdið skipar fyri í dag, sunnudagin 2. september kl 13:00, verður tikið við í altjóða marathon bókina hjá Harper Collins. Í brævi sigur ritstjórin soleiðis:

Thank you very much for the information on the Torshavn Marathon. I have managed to include the race in the book and the information you supplied will be of use to us. Hopefully it will help to publicize the event and who knows, you may get some more competitors taking part from around the world.
Nú er bókin, World’s Ultimate Running Races, kom út, risastór og vøkur, við eini applikatión til iPhone og iPad, har 500 kappingar í 101 londum verða lýstar. Bókin hevur eisini egnan Facebook profil. Niðanfyri vísa ritstjórin og leiðarin av sáttmáladeildini hjá Harper Collins mær føroyska uppslagið í lidnu bókini og teldutøku útgávuni á bókamessuni í Frankfurt.



Ikki skuldi meir til enn eitt visittkort. Onkuntíð hildnast væl at seta Føroyar á heimskortið. Úrslitið sæst aftur í altjóða luttakaralistanum í ár. Bragdið, sum er stovað í 1947, skipar fyri nógvum øðrum rennikappingum árið í kring, til dømis ólavsøkurenningini.