24.10.12

Akka flýgur enn


Akka flýgur enn, tað prógvar bókasavnið í svenska býnum Huddinge, sum í gjár lat upp eitt retrobibliotek, eitt bókasavn, sum burturav lænir út gamlar bøkur í gomlum stíli. Í innbjóðandi retrolýsingum siga tey:
Vi inreder tidstypiska rum med välfyllda bokhyllor från 40-tal, 50-tal och 60-tal. Här på bloggen skriver vi om vårt arbete med Retrobiblioteket, program och annat som är på gång.


Men umframt at svenska Retrobókasavnið í Huddinge lýsir við gomlum pappírsbókum í gomlum sniði, júst sum tá omma var ung, so hava tey eisini tikið stig til eitt talgilt bókasavn, Litteraturbanken, har gamlar bøkur, sum hon um Nils Holgarsson, kunnu lesast ókeypis sum e-bók. Niðanfyri havi eg funnið einastu Nils Holgarsson bók í gamla savninum hjá Landsmiðstøðini fyri Undirvísingaramboð, meðan svenska retro heimasíðani bleiktrar aftanfyri.



- Týdningarmesta er ikki tøknin, men innihaldið, siga tey av bókasavninum í Huddinge.

Í annaðkvøld letur Vitra, sum er ein nýggjur føroyskur e-bókaportalur upp á netinum. Tað er forlagið Sprotin, sum stendur fyri Føroya fyrsta e-bókaportali, sum letur upp í Bókasavninum við Løkin í Runavík hóskvøldið 25. oktober kl. 19:00. Tiltakið er alment og ókeypis.