Skip to main content

Ein hundrað ára gomul seljurønn


Í morgun fall ein hundrað ára gomul býarmynd í Sverrisgøtu. Tað var ein seljurønn, sum hevur staðið millum klædnahandilin hjá Kissa og matstovuna Marco Polo, sum fyrr var bommfabrikk, niðanfyri Kondittaríið, sum í dag er klædnahandilin Noa-Noa.


Miðbýurin broytist við tíðini, tað er klárt. Gomul trø, sum vaksa seg stór og standa í vegin, mugu flytast ella skerast niður og kanska takast heilt burtur. Tá er eisini spennandi, hvat kann fáast úr bulinum og restini av gamla trænum, sum hevur upplivað Havnarsøgu í hundrað ár. Kanska eitt prýðiligt listarverk, ella eitt nýtt gólv, eins og í Listaskálanum?

Nú vit nema við broytiliga miðbýin í Havn, so er vert at lesa tað, sum stendur um henda býarpart á heimasíðuni hjá kommununi:

Uppskot til heildarætlan fyri miðbýin
Býarskipanardeildin hjá Tórshavnar kommunu hevur nú í eitt tíðarskeið arbeitt við eini heildarætlan fyri miðbýin, har handilslív, parkeringsviðurskifti, trivnaður, grønt umhvørvi og býarlív fella saman.

Dr. Jakobsens gøta / Sverrisgøta - handilsgøta
Um hugt verður eftir, hvussu nógvir handlar eru fram við Dr. Jakobsens gøtu/Sverrisgøtu og teimum síðuliggjandi gøtunum, eru tað munandi fleiri enn á Niels Finsens gøtu. Tí er tað nærliggjandi at Dr. Jakobsens gøta/Sverrisgøta verða til handilsgøtu.

Ætlanin er, at  Niels Finsensgøta varðveitir sín leiklut í miðbýnum. Gøtan verður ein miðstaðargøta, við ymiskum virksemi, ið liggur sera væl báðu megin Steinatúni. Samstundis er hon bindiliðið til Tinghúsvegin.

Tinghúsvegurin – partur av miðbýarlund
Ætlanin er eisini at broyta Tinghúsvegin, soleiðis at Tinghúsvegurin við urtagørðum verður ein miðbýarlund við grønum umhvørvi, torgum og/ella møguligum spæliplássi.

Vegurin verður broyttur soleiðis, at hann broytir skap, har hann fer gjøgnum torg og urtagarðar. Bert ferðsla við ørindum fer niðan eftir Tinghúsvegnum. Harafturat er ætlanin at gera ein gonguteig inni frá vegnum. Samstundis verður skipað fyri meira hóskandi viðurskiftum í sambandi við atkomu til umbygda Løgtingshúsið.

Tórsgøta – mentunargøta
Býráðið hevur tilnevnt Tórsgøtu til mentunargøtu, har matstovur, caféir og mentunarstøð kunnu húsast. Í dag eru fleiri av hesum virksemum á gøtuni.