Skip to main content

Frá skomm til virkni


Arbeiðsloysisskipanin hevur tjúgu ár á baki í hesum døgum. Maskinmeistarafelagið og Skipara- og Navigatørfelagið, sum geva út blaðið Mið & Magn vórðu eins og hinir partarnir á arbeiðsmarknaðinum, sum vara av skipanini, bodnir til hátíðarhald í Norðurlandahúsinum. Út á seinrapartin, fríggjadagin 31. august, varð almenningurin boðin til tríggjar hugvekjandi fyrilestrar.

Frá skomm til virkni

“Fólk grótu í telefonini og vóru bangin í 1992,” sigur Tórgerð Nielsen, ið var fyrsti stjórin í Arbeiðsloysisskipanini í tjúgu ára ritinum Frá útgjaldsskipan til kraftdepil, sum varð lagt fram á hátíðarhaldinum. Tjúgu ár seinni ber til at avgreiða flest øll viðurskifti um teldu, heima úr stovuni. Arbeiðsloysisskipanin er vorðin ein vælsmurdur tænastuveitari, ið hevur sett sær fyri at gerast størsta starvsfólkadeildin í landinum.

Birgir Kruse
MIÐ & MAGN 15-2012


“Fólk vóru púra óvitandi um, hvussu skipanin virkaði,” sigur Elsa Thomsen, ið var eitt av fýra starvsfólkunum, tá Arbeiðsloysisskipanin lat upp í 1992, tá 5000 gjørdust arbeiðsleys og 6000 fluttu av landinum.

Fastlæst kreppa

Tey flestu vóru bangin fyri framtíðini, minnist Elsa og blaðar í gomlum bløðum. “Minnist serliga eina konu, sum hvønn dag kom grátandi inn til okkara og vit máttu royna okkum sum sálarfrøðingar, tí arbeiðsfólk so bráddliga vóru rend í eina fastlæsta kreppu.”

Hølini, sum vóru í erva, har Starvsmannafelagið er í dag, vóru einki at reypa av. “Bara eitt lítið høli til viðskiftafólkini, og matstovuna deildu vit við LM-verkstaðin, sum var niðriundir.” Onkuntíð máttu starvsfólkini leiða viðskiftafólk út gjøgnum bakdyrnar, tí tey høvdu tað so ringt at greiða frá um nýggju støðuna sum arbeiðsleys. “Onkur helt, at nú fór at verða betur, men illa gekst at skilja, at tey fingu so lítið útgoldið, hóast lógin var liðilig. So tað hendu at óð fólk ringdu heim og vóru frá sær sjálvum og hóttu við einum og øðrum. Tá fekk eg loyniligt nummar.”

Stuðul í Tinganesi

Fyrstu fýra starvsfólkini í Arbeiðsloysisskipanini funnu dyggan stuðul úti í Tinganesi. “Jóannes Eidesgaard, sum var landstýrismaður, og Jákup Nielsen, sum var fulltrúi, áttu lívið í okkum. Teir vitjaðu og ringdu dagliga at tryggja at skipanin virkaði, men eisini at vit høvdu tað gott,” sigur Elsa Thomsen.

“Tá var alt um at gera at fólk fingu teir pengar, tey høvdu rætt til. Meira náddu vit ikki. Men rættuliga skjótt kundu vit ávísa arbeiði til hópin av fólki í fiski í Noregi og Íslandi, og so senda sveisarar á donsk skeið, so teir fingu góðkenning. Hetta skapti gróðrarbotn fyri teim tilboðum, sum í dag standa arbeiðsleysum í boði, og kann sigast at vera fyrsti sproti í tankanum um Føroya størstu HR-fyritøku, núverandi Arbeiðsloysisskipanina.”

Meðan Elsa er farin í annað starv, er Tummas Óli Mortensen eftir nítjan ár enn í starvi í Arbeiðsloysisskipanini, har hann fæst við eftirlit á fíggjar- og fyrisitingardeildini.

“Tey fyrsta nógvu árini snúði alt seg um at gera klárt til næsta útgjald. Ikki varð roknað við, at arbeiðsleysa fjøldin skuldi gerast so stór og tí megnaði telduskipanin ikki at arbeiða nóg skjótt. Framkomna teldutøknin hevur sín stóra lut í, at vit í dag eru komin so langt við mennandi tilboðum til tann arbeiðsleysa. Størsta kollveltingin í mínari tíð er internetið og teldupostur, sum hava gjørt samskifti so nógv betur, so tað er eitt spæl at avgreiða bæði løtt og trupul mál á Arbeiðsloysisskipanini,” sigur Tummas Óli og vísur til starvsvenjingarskipanir, samstarvið við arbeiðsgevarar og arbeiðsávísingartiltakið STARV.FO

Javnvág

Kartni Ravnsfjall hevur í tólv ár umboðað almennar arbeiðstakarar í stýrinum fyri Arbeiðsloysissipanina.

Spurdur um eitt einstakt orð, ella hugtak, kann setast á arbeiðið í stýrinum, sæð úr hansara sjónarhorni øll hesi ár, kemur hann skjótt fram til orðið javnvág.


“Í fyrsta lagi snýr tað seg um at finna javnvág millum tað, sum verður goldið inn, og tað sum verður goldið út úr skipanini, so hon í góðum tíðum kann spara upp, fyri at kunna standa ímóti í ringum tíðum. Hetta hava vit eisini megnað, har vit - júst sum ætlað - hava brúkt stórar upphæddir av uppspardu ognunum til at gjalda út til tey arbeiðsleysu, nú kreppan rakti.”

Í øðrum lagi sær Kartni fyri sær tørvin á at fáa javnvág millum ymsu áhugamálini hjá teimum, ið sita í stýrinum og sum umboða arbeiðsmarknaðin. “At skapa semjur bæði millum arbeiðsgevarar og arbeiðstakarar, men eisini millum teir tríggjar bólkarnar, ið umboða arbeiðstakararnar, tí heldur ikki har, eru áhugamálini altíð tey somu.”

Í triðja lagi snýr javnvágshugsanin seg um, hvat hin arbeiðsleysi skal fáa goldið út í stuðli. “Øll eru samd um, at tann arbeiðsleysi skal fáa goldið eina rímiliga upphædd, sum er til at liva av. Men samstundis er neyðugt, at upphæddin er á einum støði, sum ger, at tann arbeiðsleysi altíð heldur velur at arbeiða, enn at dúva uppá stuðulin frá Arbeiðsloysisskipanini”, sigur Kartni, sum heldur at  serliga tvey tey seinastu árini hevur skipanin í nógv størri mun lagt seg eftir at aktivera, menna og geva fólki førleikar at møta teim avbjóðingum, sum arbeiðsmarknaðurin setur tí arbeiðsleysa.

Størstu varðar, vit eiga

Nýggi landspolitikkarin Jóannes Eidesgaard gjørdist landstýrismaður í januar 1991 og setti ein bólk at gera uppskot til arbeiðsloysisskipan. Ávegis til arbeiðis, møtir hann einum eldri manni, sum heilsar honum við hesum orðum: "Fært tú hesa skipanina at virka, so verður tað eitt eins stórt politiskt frambrot, sum tá Dammurin á sinni kom við fólkapensjónini."

Lítillátin vil Jóannes, ið var løgmaður 2004-2008, ikki gera tílíkar samanberingar, men sigur tó sannførdur, at “eitt er vist, og tað er at Arbeiðsloysisskipanin hevur tikið stóran brodd av fráflytingini. Var hon ikki komin í tí løtu, hon kom, so høvdu avleiðingarnar av kreppuni í 90´unum verið munandi størri.”


Jóannes minnist at arbeiðsloysisskipanin var mangan frammi í politiskum kjaki í farnu øld, men einki spurdist burturúr. “Kanska fyrst og fremst, tí at ávísir flokkar og politikarar hildu, at ein slík skipan skuldi gerast eina koddi fyri tey, sum ikki tímdu til arbeiðis. Eisini minnist eg politikara, sum beint áðrenn skrædlið í 1992, segði, at arbeiðsloysið fór ikki at raka okkum,” sigur Jóannes í samrøðu dag.

Tá samgonga varð skipað við Fólkaflokkin í januar 1991, setti Javnaðarflokkurin krav um, at ein arbeiðsloysisskipan skuldi setast á stovn. “Eg setti arbeiðsbólkin, og mín góði vinur Petur Alberg var formaður, Jákup Nielsen var skrivari, og so vóru partarnir á arbeiðsmarknaðinum við.”

Skipanin fekk sítt fyri, tá hon so endaliga kom. Arbeiðsloysið var eftir ongari løtu runnið upp í 25% og pengarnir rukku ikki. “Vit gjørdu eina kreppuloysn fyri og aðra eftir, fyri at hon ikki skuldi detta niðurfyri. Tað eydnaðist, og Arbeiðsloysisskipanin er tíbetur ein sterk skipan í dag. Samanborið við aðrar skipanir rundan um okkum, so er hon munandi betur fyri tey arbeiðsleysu. Og hon hevur tikið broddin av fráflytingini,” staðfestir Jóannes Eidesgaard í dag.

“Arbeiðsmarknaðarpolitiskt er hon saman við Samhaldsfasta størstu varðar, vit eiga,” sigur ein nøgdur fyrrverandi landstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum av Tvøroyri í dag. “Uttan at taka nakað frá nøkrum øðrum, so gevur tað mær í dag ein kenslu av, at ein sum politikari var við til at gera ein rættiliga góðan mun.”

Fremsta starvsfólkadeild

Ernst Jacobsen er framfýsni og virkni stjórin, sum í dag stýrir Arbeiðsloysisskipanini saman við 23 ídnum starvsfólkum. Ernst samantvinnar samfelagsliga og menniskjansliga týdningin í dagliga arbeiðnum.

“Arbeiðsloysisskipanin hevur í kreppuni, sum rakti Føroyar við húsagangi av Eik-banka og Faroe Seafood í 2010 virkað ímóti einari fólkaflyting. Heldur enn at flyta, eru fólk í landinum, sum eru klár at taka arbeiði, tá uppgangstíðir koma aftur. Fólkafráflytingin fyrst í 90-unum, tá meira enn 6000 fólk fluttu av landinum, má ongantíð henda aftur,” sigur Ernst sannførdur á málinum og vísir á, at skipanin hevur eisini stóran týdning fyri fólkini, sum eru arbeiðsleys.

“Hesi fólk síggja vit sum eitt tilfeingi. Hesi fólk skulu fáa møguleikan at vaksa og førleikamenna seg meðan tey eru í Arbeiðsloysisskipanini, soleiðis at tey antin koma í arbeiði, ella fara í útbúgving. Vit hava skift kós frá at vera ein passiv útgjaldsskipan til at vera ein virkin kraftdepil. Nýggja mál okkara er at gerast Føroya størsta starvsfólkadeild,” sigur Ernst Jacobsen, stjóri í Arbeiðsloysisksipani at enda í tjúgu ára samrøðuni við blaðið Mið & Magn, sum Maskinmeistarafelagið og Skipara- og Navigatørfelagið geva út.