Skip to main content

Mo Yan úr Kina fær Nobelvirðisløn


Nobelvirðislønin í bókmentum 2012 fer til kinesiska rithøvundan Mo Yan (f.1955). Tað sigur Peter Englund, skrivarin í Svenska Akademinum.

Nakrir setningar úr grundgevingini ljóða: ”Mo Yan, som med hallucinatorisk skärpa förenar historia, saga och samtid. Han ger oss unika inblickar i en unik miljö på ett unikt sätt. I sin komplexitet påminner Mo Yan om den hos författare som William Faulkner och Gabriel García Márquez. Men han tar också utgångspunkt i äldre kinesisk litteratur och folklig berättarkultur."

Tær bøkur hjá Mo Yan, sum er týddar til svenskt, eru Det röda fältet, Vitlöksballaderna og Ximen Nao och hans sju liv, alla á forlagnum Tranan.

Mo Yan er føddur í 1955 og uppvaksin í Gaomi í Shandonglandslutinum í Landnyrðingskina. Fyrsta skaldsøgan varð prentað í einum bókmentanarligum tíðarriti í 1981, og í 1986 gjørdist hann kendur við stuttu skaldsøguni Touming de hong luobo, sum Google Translate umsetur til Gjøgnumskygda gularótin.

- Jag hoppas att det här kan leda till att den kinesiska regeringen ser värdet av globalisering, segði svenski forleggjarin Björn Linell í dag við svenska sjónvarpið.

Skrivarin í Svenska Akademinum, Peter Englund, segði í samrøðu við somu svensku sjónvarpsstøð í dag, at "han är en bondpojke själv, som lämnade skolan när han var 12 år. Han skriver från ett inifrånperspektiv, samtidigt gör han det på ett underbart sätt. Han sa att han var överlycklig och vettskrämd," segði skrivarin, sum fyrr í dag hevði tosa við kinesiska virðislønarmóttakaran, Mo Yan, ið fær tíggju milliónir svenskar krónur.