19.11.12

Lat okkum bakka 28 ár...




So er aftur galið í Kringvarpinum. Umvegis tíðindini, soleiðis en passant, verða vit lurtarar og hyggjarar kunnaðir um, at starvsfólk kunnu vænta sær uppsagnir, einar 30 ella so. Ein løgin starvsfólkapolitikkur beint fyri advent.

Fyri stuttum segði nýsetti stjórin at tær tøku 60 milliónirnar vóru nóg mikið at reka Kringvarp fyri. Einki problem. Men kanska er hann settur at rudda upp, so Kringvarpið kann rekast fyri tann pening, ið veruliga er tøkur, tá vit eru komin á botn.

Ímeðan hava vit fingið ein sáttmála, sum ásetur almennu skyldurnar hjá Kringvarpinum. Fyri fyrstu ferð kunnu vit halda kringvarpsavrikini upp móti einum ítøkiligum sáttmála. Tað er eitt risa framstig í føroyskari miðlasøgu. Ja, av teim størstu.

Men tá almenni viljin at gjalda, ikki fylgir við teim almennu ásetingunum bara at valda á einum tómum pappíri, tá mugu aðrar leiðir troytast.

Stóð tað til mín, bakkaðu vit aftur til ta tíðina, tá føroyskt sjónvarp og útvarp vóru hvør sær og hvør sítt. Tá høvdu vit eitt virkandi útvarp, sum bygdi á egnan mátt og megi, púra føroyskt, sum Oddur í Egg. Síðani kom eitt sokallað sjónvarp við videokasettum úr Danmark.

Tá menta- og fíggjarmálaráðharrin um hetta mundi, eftir boðum frá European Broadcasting Union í Geneva, kundi staðfesta at virksemið var ólógligt, generally known as piracy, sum brævið sigur, so var Sjónvarp Føroya sett á stovn hin ólukkudag 1. april í 1984.

Føroyskt sjónvarp kom so øvut í verðina, sum til bar. Og so tók ein mentamálaráðharri tað vanlukkuligu avgerð, at leggja báðar almennu miðlastovnarnar saman, at fíggjað tað, sum ikki kundi fíggjast. Og nú slepst valla av við tað aftur. Flaggskipið, Dagur og Vika, ið eitast skuldi, er longu niðurpínt og helst verður tað svøltað enn meira, til øll av fríum vilja skifta til antin DR, BBC ella NRK. Sokallaða Sjónvarp Føroya er um at spæla okkum einasta veruliga føroyska miðil, Útvarp Føroya, av hondum. 

Eg vil mæla til at føroyska miðlaframtíðin verður skrúvað 28 ár eftir hali. Til ta tíð, tá útvarp og sjónvarp vóru hvør sær. So kann Útvarp Føroya fáa frið at verða tann miðil, ið hugsaður var av framtakshugaðum føroyingum fyri meir enn hálvari øld síðani.

Eitt floygt føroyskt sjónvarp fara vit aldri at hava ráð til, við teirri politisku leiðslu vit frívilliga hava sett inn á ting. Tað er sjón, ið fæst fyri søgn, tá vit samanbera public service sáttmálan og mentanarpolitiska viljan at rinda fyri kravdu tænasturnar. Men latið ikki henda veruleika sleppa at knúska Útvarpið eisini.