Skip to main content

Myndlist inn í skúlan!


Á myndini omanfyri sæst ein av mongu skeiðsluttakarunum, Beinta J. Petersen, lærari í Kommunuskúlanum í Havn, á skeiði í Listasavni Føroya í gjár. Tað eru Oggi lamhauge, Guðrið Poulsen og Niels Ohrt, sum undirvísa í myndlist hesa vikuna og hvussu myndlistin kann brúkast í innskúlingini.


Endamálið við skeiðnum er at vísa á, hvussu listasavnið kann verða nýtt í sambandi við undirvísing í øllum lærugreinum í innskúlingini, t.d. føroyskum, kristni, støddfrøði og heimstaðarlæru. Skeiðið er bæði ástøðiligt og ítøkiligt, tí nomið verður í øðrum borðinum við føroyska list, borin saman við evropeiska list, og í hinum borðinum verður ítøkiliga víst á, hvussu Listaskálin kann verða brúktur í undirvísingini, umframt at lærararnir sleppa at royna seg í listini. - Fyri Nám er tað týdningarmikið, at allir veitarar til skúlaverkið verða tiknir við, so vit fáa troytt alt hugsandi tilfeingi og allar hugsandi møguleikar við tí endamáli, at tað sum er fyri hondini, verður brúkt, sigur Magnus Tausen, stjóri í Námi.


Í skránni hjá Námi, sum bjóðar skeiðið út til lærarar, stendur soleiðis at lesa um innhaldið fyri hvønn dagin:

Fyrsti dagur: Føroysk list, rundvísing á savninum (Oggi Lamhauge). Ítøkiligt arbeiði við rúmligum skapi (Guðrið Poulsen og Oggi Lamhauge).

Annar dagur: Føroysk list í mun til evropeiska list, fyrilestur (Nils Ohrt). Ítøkiligt arbeiði, grafikkur (Oggi Lamhauge og Guðrið Poulsen). Ítøkilig dømi um myndlist í ymisku lærugreinunum (Oggi Lamhauge og Guðrið Poulsen). Upplegg til arbeiðið triðja dagin at gera undirvísingartilgongdir.

Triði dagur: Bólkaarbeiði. Luttakarar gera undirvísingartilgongdir, sum kunnu nýtast í innskúlingini. 
Arbeiðið endar við framløgu.

Skeiðssnið: Skift verður millum fyrilestrar, ítøkiligt arbeiði og bólkaarbeiði. Luttakarar fáa møguleika at gera undirvísingartilfar/-tilgongdir. Málbólkur: Lærarar, ið undirvísa í innskúlingini. Instruktørar: Niels Ohrt, stjóri á Listasavni Føroya, Oggi Lamhauge, savnslærari á Listasavni Føroya og Guðrið Poulsen, leirlistakvinna. Staður: Listasavn Føroya