26.11.12

Syng, Føroyar!


Aftur í ár verður roynt at gera størsta føroyska kórið nakrantíð. Fyrireikararnir siga at hósdagin 29. november kl 15:00 hittast føroyingar við útvarpstólið at syngja kendar føroyskar sangir, saman.

Á Facebook skrivar Jóhannus á Rógvu Joensen um at boða frá til Koda: Skriva kekkin til tín sjálvs, tá tú spælir tónleikin hjá tær alment, lær teg at nýta "Mit Koda"! Í sambandi við Spæl føroyskt dagin, 29. november, skipa Futt, Felagið Føroysk Tónaskøld og Tutl fyri skeiði í Kodafráboðan í Tutli á Káta Horni í Havn kl 17:00

So er bara at taka orðini til sín og syngja við klokkan 15. Hvørjir sangirnir verða er ikki upplýst enn, men Útvarpsskráin fyri hósdagin kl 15:03 sigur Syng fo og vertur er Fróði Løksagarð.

Á Facebook verður upplýst at P/F Poul Michelsen og Norðurlandahúsið stuðla tiltakinum. Omanfyri sæst okkara mest aktuelli sangfuglur, Hanus Gærdum Johansen, sum eg avmyndaði í Gallerí Focus í vár, og niðanfyri havi eg avmyndað Glen Campbell, syngja Sing, Sing, Sing, innan hann fekk alzheimer. Tað var í Hammersmith. So tað er at syngja meðan vit enn hava heilsuna - og Útvarpið!