10.12.12

Linde Frölich í Føroyum



Leygardagin kom týska Linde Frölich til Føroya og eg nýtti høvi at avmynda hana niðanfyri Hotel Føroyar, har hon býr til mikudagin. Til dagligt stjórnar hon Nordische Filmtage í Lübeck, sum við 54 árum á baki er einasta filmsstevna, ið hvørt ár sýnir norðurlendskan film. Linde hevur sambond til stórar og smáar filmsstevnur og kann geva teimum góð ráð, sum her í landinum fáast við film. Innan hon kom til Føroya var hon á filmsstevnu í Tallinn í Estlandi, har tey í 16 ára hava skipað fyri Black Nights Film Festival. Í ár vann ukrainski filmurin House with a Turret (Eva Neyman) fyrstu virðislønina. Býurin Tallinn letur eisini eina virðisløn, sum er 10.000 evrur. Í hesi dómsnevndini situr millum onnur norski Jan Erik Holst, sum áður hevur verið í Føroyum at greiða frá um Selkvinnen. Linde Frölich er við í dómsnevndini, sum týskvøldið 11. desember fer at lata Geytan fyri besta nýggja føroyska stuttfilm. Tað er Norðurlandahúsið, sum letur Geytan, ið er snøgg standmynd, sum David Geyti og Astrid Andreassen hava gjørt. Afturvið virðislønini fylgja 25.000 kr. Týskvøldið letur Tórshavnar kommuna eisini Áskoðaravirðislønina, sum áskoðararnir sleppa at avgera undir sýningunum í Norðurlandahúsinum. Áskoðaravirðislønin er 15.000 kr. Frásøgumaður verður Finnur Koba.