24.1.13

Podcast 160



Í fýra ár hevur Matthew Workman, omanfyri, gjørt 160 sendingar um Føroyar á Faroe Island Podcast. Í nýggjastu sendingini rør han aftur á eitt kvøldið fyri hálvum øðrum ári síðani, tá vit møttust í brattastu gøtuni í San Francisco. Matthew, sum er journalistur úr Oregon, hevði koyrt sjey tímar í egnum bili, bara fyri at møta okkum, vísa okkum býin og eta eina góða máltíð í felag. Fantastiskt. Seinni um kvøldið møttu vit fýra ungum monnum, niðanfyri, í Lombard Street og skiftu orð um mangt og hvat. Og hóast vit als ikki kendust, men bara møttust soleiðis hissini á gøtuni, tosaðu vit í hálvan annan tíma, mest um mál og tónleik. Matthew, sum altið hevur upptakaran við sær, hevur nú klipt prátið saman til sending nummar 160, sum varar 40 minuttir og kann hoyrast her. Enjoy the show!