Skip to main content

Fær KOKS eina Michelin stjørnu?


Leif Sørensen, kokkur á matstovuni KOKS á Hotel Føroyum, greiðir danska rithøvundanum og gourmetjournalistinum Bent Christensen frá um matskránna, tá bókin KOKS varð løgd fram 2. desember 2012. Til høgru sæst Linda Herdalur, kona John Dahl vinnumálaráðharra. Niðanfyri signerar Bent Christensen stórfingnu bókina.


Nú er aftur gastronomiskur spenningur í luftini, tí hósdagin verða Michelin stjørnur handaðar. Meðan flestu á okkara leiðum tosa um matstovur í Keypmannahavn, hevur danska tíðindastovan Ritzau spurt júst Bent Christensen, sum dagliga rekur Den Danske Spiseguide, og Jesper Uhrup Jensen, sum er ritstjóri á tíðarritinum Gastro, um matstovur á bygd og aðrastaðni í danska ríkinum.

Báðir nevna Dragsholm Slot, Falsled Kro, Lieffroy á Fyn, Frederikshøj í Aarhus, Henne Kirkeby Kro norðanfyri Esbjerg og Ruths Hotel í Skagen. Men so kemur tað áhugaverda. Undir yvirskriftini Færøsk gourmet nevnir Bent Christensen, at 'Koks i Thorshavn på Færøerne fortjener en Michelin-stjerne!' So nú er at bíða í spenningi.


Myndirnar tók eg í KOKS á Hotel Føroyum fyri jól, men tað var longu í árinum 1900, at franska dekkfabrikkin hjá André Michelin fór at geva út Guide Michelin. Ein, tvær og í besta føri tríggjar stjørnur verða givnar bestu matstovunum.