17.3.13

Hanna um Renoir í Havnar Bio


Hanna Jensen, franskur konsul, segði soleiðis um filmin Renoir í Havnar bio leygardagin 16. mars 2013:

Í dag eru Føroyar skrivaðar inn í afturvendandi átakið: Le Festival de la Francophonie - tíðarskeið, har franskmæli verður sett á dagsskránna. Mars mánaður verður í fleiri londum kring heimin settur av til hendan festival, og tá verða tiltøk á fronskum máli ella umboðandi franska mentan sett á skrá á ymiskum mentanarpallum um allan heim. Seinastu árini hevur franska instituttið á fronsku sendistovuni í Keypmannahavn havt frankofoni festival í mars mánað.

Í ár er tað so, at Listafelagið Steinbrá við at skipa fyri hesi filmssýning við franska filminum Renoir eftir Gilles Bourdos, hevur verið við til at seta frankofoniina á dagsskrá her hjá okkum, og tað skal eg vegna Institut Français á L’Ambassade de France à Copenhague, takka fyri. Merci!

Pierre Auguste Renoir livdi frá 1841-1919. Sonurin Jean Renoir frá 1894 -1979. Jean varð føddur á Montmartre í París, meðan pápin hevði sítt listarliga virki har. Sum barn flutti hann suður til Miðalhavsstrondina við familjuni.

Faðirin var ein av fremstu listamonnunum í impressionistiska rákinum og hann er m.a. kendur fyri at siga:

“Pour moi, un tableau doit être une chose aimable, joyeuse et jolie, oui jolie! Il y assez de choses embêtantes dans la vie pour que nous n’en fabriquons pas encore d’autres”. Umsett soleiðis: “Fyri meg skal ein málningur vera dámligur, glaður og vakur, ja vakur! Tað eru ríkiliga nógv ótespilig ting í lívinum til at vit skulu fara at skapa fleiri.”

Vit vita, at fronsku impressionistarnir eisini hava ávirkað føroyska myndlist, og tað er ein gleði, at vit fingu hendan møguleikan at dvølja við ein av hesum meistarum í Tórshavn í dag og í morgin.

Filmurin Renoir er um báðar hesar Renoir meistararnar: tann etablaraða og tann komandi.

Pierre Auguste er gamal og stríðist fyri at skapa, hóast darvaður av veikleika og sjúku. Hvør dagur er ein møguleiki at mála, at menna. Og filmurin vísir ikki beinleiðis listina – har eru ikki áskoðarar sum so ella framsýningar. Tað snýr seg lítið um, hvussu kendur og vælbjargaður hann var. Hesi viðurskifti eru bara pallur fyri listarligu prosessini, fyri hugmyndunum aftanfyri skapandi arbeiðið – hjá hesum gamla, men so við og við eisini hjá tí yngra Renoir – miðlingasoninum, Jean. Listarligu strembanina kenna vit aftur frá føroyska listafilminum Svartur sannleiki, har Ingávur av Reyni fleiri ferðir úttalar, hvussu hann tráar eftir at mála “málningin”. Pierre Auguste málaði nógv saman við starvsbróðuri og vini sínum Claude Monet. Teir vandu seg at mála ljós í vatni og at fanga skuggan. Og serliga kvinnuligi vakurleikin hugtók.

Unga kvinnan í Renoir, Andrée, er týdningarmikil í hesum sambandi. Og um vit hugsa biografiskt, so umboðar hon seinastu modellina hjá Pierre Auguste: Andrée Heuschling. Hendan kvinnan er í filminum ikki bara model,  men musa - kveikir listamálaran og vekur filmsskaparan. Sum heild er kvinnufatanin, at tær eru góðar dísar og fleiri eru gudalíkar við lagnuávirkan – ikki minst deyða kona listamansins, sum á onkran hátt leiðir hann í listarligu prosessini. (Til søguna hoyrir so, at Andrée í veruleikanum gjørdist fyrsta kona Jean Renoir og spældi við fleiri av fyrstu filmum hansara.)

Um eg skal nevna eitt kent verk eftir hvønn av hesum meistarum, so verður tað málningurin: “Bal du Moulin de la Galette” (Dansur í Moulin de la Galette) og filmurin “La Règle du Jeu”( The Rules of the Game).



Orðingin: “La douleur passe mais la beauté reste”( pínan fer, men vakurleikin verður verandi) og lyklaorð sum  “la lumière” (ljósið) og “l’ombre”(skuggin), leiða ígjøgnum filmin til hesa lívsfatan og listafatan, sum á onkran hátt er evnið í filminum. Hetta er ikki ein action filmur – fokus er sera tilvitað, haldi eg, á, hvat eyga listamansins uppfatar - eyga hins eldra og hins unga. Til okkara kemur tað gjøgnum filmsmiðilin, har yngra ættarliðið arbeiðir víðari við hugtakinum myndlist. Hann veksur upp við siðbundnu myndlistini á løriftinum og megnar at flyta hana inn í nýggja miðilin, film - sum á íslendskum hugtakandi eitur “mynd”.

Jean Renoir skrivaði ævisøgu um pápa sín í 1962. Og hann er eyðvitað nógv ávirkaður av honum. Yndisevni hansara eru m.a. sensualitetur, sosial satira, sambandið við náttúruna - ikki minst sambandi við vatn – nakað, sum hann hevur til felags við rithøvundin Guy de Maupassant, sum eins og impressionistarnir – eins og Pierre Auguste Renoir – í orðum royndi at fanga neistan av ljósi í vatni. Ofta við íblástri frá ánni Seine í París. Tað hava teir allir í felag !

Sjálv eri eg hugtikin av hesi kopplingini : Jean Renoir setti eina søgu hjá hjá Guy de Maupassant út til film : Une Partie de Campagne. Dr. Jakobsen umsetti 2 stuttsøgur eftir Maupassant úr fronskum til føroyskt í 1890-91. Hesar vóru millum fyrstu stuttsøgur á føroyskum og tí við til at menna modernaðar føroyskar bókmentir. Hetta eru dømi um, hvussu list ferðast frá eini listagrein til aðra og fer um mál og mentanarmørk.

Eg haldi, at serliga hetta tema við ljósi er gjøgnumgangandi í hesi filmslýsingini av listini hjá Renoir. Hendan fascinatiónin av ljósi, sum tað skyggir t.d. í vatni og á húð og skapar skuggar. Tá koma tey stóru temu lívsins til sjóndar hjá okkum, sum hyggja – bæði í dag, og tá vit næstu ferð síggja málningar hjá Renoir ella filmar hjá Renoir : gleði /sorg, gott/ónt, vakurt/ljótt. Og vit vita longu frá hansara egna munni, hvat listamálarin valdi at savna seg um : tað eru tey fyrstnevndu í mótsetningspørunum.

Mær berst fyri, at tá vit sita við endan av filminum Renoir, tá hevur Gilles Bourdos leitt okkum í umleið somu støðu sum William Heinesen leiðir okkum í í søguni « Deyvstummu gestirnir », ein stuttsøga, sum heiðrar Áarstovubrøðurnar, yrkjararnar Janus Djurhuus og Hans Andreas Djurhuus. Nornurnar umboðandi fortíð, nútíð og framtíð koma og fara avstað, men tann yngsta, Skuld (framtíðin), hevur eitt smílandi eygnabrá. Hon kennir saman við lesaranum framtíðina hjá skøldunum. Á sama hátt heilsar filmurin, sum vit nú fara at síggja – ikki bara listamálaranum, men eisini hesum komandi filmsmyndamanninum.

Og eg fari at endurtaka tað, sum Birgir Kruse skrivaði á blogginum herfyri : Renoir er tvífald myndlist.

Amusez vous bien/ hugnið tykkum!

Filmurin Renoir verður sýndur aftur í Havnar Bio sunnudagin 17. mars 2013 kl 16:00.