Skip to main content

I wrote 2 U B 4


Í dag er altjóða yrkjaradagur, World Poetry Day, ásettur av UNESCO  í 1999. Endamálið við degnum er at gera vart við lesing, skriving, útgávu og undirvísing í og við yrkingum í øllum heiminum. Støðið verður tikið í hesum ensku orðum hjá UNESCO: "to give fresh recognition and impetus to national, regional and international poetry movements". Á myndini sæst eitt dømi um yrking av sms-slagnum, hóast teksurin er skrivaður 125 ár innan sms-boð yvirhøvur vóru uppfunnin og kundu sendast í fartelefon. Tað er bretska bókasavnið, The British Library, sum ger vart við júst henda tekst í dag, og biður lesarar samanbera reglu seks í yrkingini ‘Essay to Miss Catharine Jay’, ið helst er løtt at lesa hjá teim, ið vanliga skriva knøpp sms-boð á okkara døgum: I wrote 2 U B 4. 

Góðan altjóða yrkingadag!