29.4.13

Píkarill, tað er vár!


Vár er í hondum, hóast summartíðin eftir klokkuni langt síðani er byrjað, blómurnar spretta og í morgin skulu píkadekkini av. Men nú legðist hann við kava, í hvussu er norðanfjørðs.


Og uttanfyri dekksølur standa bilar á rað og bíða eftir at dekkini, sum í morgin verða ólóglig, skulu skiftast við summardekk, tí í sjáldsama nákvæmari kunngerð frá 2005 verður ásett, at "ikki er loyvt at nýta píkadekk í tíðarskeiðnum frá 1. mai til 15. oktober. Í píkadekkum er ikki loyvt at nýta rørpíkar, heilt spískar píkar ella píkar við fleiri tindum. Talið av píkum á hvørjum dekki má ikki víkja meiri enn 25 % í mun til tað hjólið, ið hevur flest píkar." So vita vit tað. Trý sløg av píkum, og allir bannaðir í morgin. Og nú er bara ein dagur eftir, at sleppa undan at verða tikin sum lógarbrótari á føroyskum várvegum av hesum ávum. Tað er sku' alvorligt, hetta knapt so várliga píkamálið. Nú fari eg at spæla Elvis. And the grass want pay no mind.