Skip to main content

Sunnudagur í Havn


Hóast tað er kalt, er stilt, ljóst og turt. Tað er so altíð nakað, ein sunnudag í Havn. Í Vágsbotni og á Skálatrøð speglast grønu og bláu bátarnir, og so parkerar ein gulur fólkavognur við rustlitta Kaffihúsið og skapar ein marglittan málning eina lítla løtu. Úr sama sjónarhornið er Dómkirkjan ikki óinteressant, tá eitt lot spartlar í vatnskorpuni við bláum, hvítum og reyðum.


Inni í Steinprenti eru málingablikkini latin upp og spartlarnir ganga kykir millum valsarnar í prentmaskinuni at fáa rætta litin.


Jan Andersson og danski listamaðurin Kristian Devantier (f.1971) meta um úrslitið, nú fyrstu prentini eru komin úr maskinuni í Steinprenti. Kona Kristian, Isabel Berglund, hevur spennandi bindiskeið og installatión í Norðurlandahúsinum, sum hon rópar Peoples Jumper.


Í framsýningarhølinum í neðra er søluframsýning við 57 tekningum eftir Thomas Arge (1942-1978).



Serliga spennandi er at síggja arbeiðsskitsur við frámerkjum, orðum ella bara bókstavum, um, hvussu litirnir skulu verða á lidna verkinum.




Áhugavert er eisini at síggja, hvør tað er, sum fjalir seg aftan fyri reyða prikkin, tá selt verður. Her er tað Listasavn Føroya, sum hevur keypt tvey fantastisk verk, ovara ein blýantstekning og hin niðara ein tusjtekning, ið minnir um Ingálv av Reyni, men er bara so nógv feitari og villari. Tórshavnar kommuna keypti eisini okkurt verk.



Sama myndaevni sum omanfyri gongur aftur. Haldi fyri vist, at tað er úr Skansabrekkuni, í hvussu er uttanfyri Kongabrúnna, yvir av gamla Landshandlinum og gomlu neystunum, sum eru longur úti, har ein partur av filminum hjá Nils Malmros um Barbu varð tikin. Niðanfyri sæst dagfestingin 20. apríl 1963, og longur niðri haldi eg meg síggja ávirkan frá Ingálvi av Reyni, sum í 1953 teknaði til bókina Tann deiliga Havn, sum Havnardreingir royndu at tekna eftir við Rotring pennum, ið vóru so harðir, at hol kom á pappírið.



So verða strikurnar fríari, sum á spælandi Eystaruvág, og ikki sørt fabulerandi við pinnamonnum, sum í kvæðinum um grindadrápið og at enda fýra klassiskar tusjtekningar.




So inn í Vágsbotn, har Reyði Krossur selur gamlar bøkur undir Bryggjubakka. Eitt eintak av Varðanum, sum Hans Andrias Djurhuus ritstjórnaði í 1944.


Meðan Varðin frá 1944 kostar 15 krónur, hevur henda bók ongan príslepa. Tað er fyrstu ferð at eg havi hildið á nýggju týðingini av Nýggja Testamenti. Sjúrður Højgaard hevur í miðlunum lovað at øll húski skulu fáa eitt eintak. Hann hevur so ikki verið í mínum grannalagi enn.


Úr Vágsbotni ber til at ganga niðan brekkuna og inn í Boysensgarð, sum nú er latin upp. Tá Havnin fylti hundrað, mælti Birgar Johannessen til, at allir garðar í miðbýnum vóru tiknir burtur, ella í minsta lagi latnir upp. Hetta er eitt gott stig á leiðini, hóast arbeiðið kundi verið betur frágingið. Amtmansgarðurin eigur at verða hin næsti, sum verður latin upp, ella lækkaður.



Á Áarvegnum hevur verið ein handil við teilendskum vørum. Nú er hann tíanverri latin aftur. Men fremmandu handilsfólkini høvdu ikki trupulleikar at stava heimlandið á føroyskum.


Í næsta skoti, einum av teim trongastu í Havn, hava tey hongt viskistykki og handkløð út at turka.


Uppi á Abbatrøð er gamla, men ikki elsta, politistøðin í Havn. Blámusoppur fekk løgregluna at flyta oman á hornið Djóni í Geil gøta og Yviri við Strond. So nú er P fyri politi blivið til P fyri parkering, tí Eikin er flutt inn og selur sengur og madrassur, har løggan og arrestin vóru fyrr.


Og so fór hesin sunnudagur í Havn í kav.