Skip to main content

Á, at vera ein veðrur


Hesin ramligi morgunveðrur stóð fyri okkum, tá vit møttu til arbeiðis í morgun. Heilt vist hin nýggi innkrevjarin hjá Leif Mohr, hinumegin vegin. Men týðiligt er, at hann er vilstur og heimleysur, skeivu megin hegnið. Tá er ikki lætt at laga sær vegin.



Eitt mentanar-Clash ljóðar í veðrahøvdinum: Should I stay or should I go? Morgunsólin stavar á lokkandi vegin og eg havi fingið mær hálsprýði úr mentanargarðinum. Nú vil eg koma í stødið, eg fari yvir til Leif Mohr at gera rav í el-talvurnar, innan eg fari í Miðlon at bunkra.


Men úr elektriska sjónarhorninum hjá Leif Mohr er hetta ein mentaveðrur, sum er rýmdur av heimabeitinum hinumegin vegin. Kanska er kavin settur so langt oman, at mentanin frystir og veðrarnir rýma av bási og trøð yvir í fjálga hitan og bjarta ljósið, hinumegin alt.


Eg meini so við, búmerkið og trygdin fyri landsins mentan er jú veðrurin í aldargamla innsiglinum hjá løgmanni. Tað er sjón fyri søgn, gudar og veðrar.


Nei, her rekast so nógvir veðrar eftir Hoyvíksvegnum ein fríggjamorgun, at eg sleppi mær bara inn undir trappuna í Námi. Har er so deiligt at vera. Altíð veit man okkurt at gera. Og so vita tey so væl har í Námi. Um ull og staving og sovritt. Gott vikuskifti allir veðrar. Nú tørni eg inn, mínumegin hegnið.