Skip to main content

Markleys breiðist nú fyri tær fold...



Hóast Google hevur heimstað í tí landi, sum minst tekur undir við einum hugsaðum Palestina, so hava tey hjá Google stilla amerikansku leitimaskinuna at siga Palestine har, sum fyrr varð sagt Palestinian territories. Eisini kanst tú velja Palestine (PS) sum byrjunarsíðu, eins og flestu okkara í Føroyum (FO) velja føroysku síðuna, sum sæst niðanfyri. Úti í heimi er annar parturin av Googlebrúkarum í øðini og hin parturin so hjartansfegin. Júmen, er politikkur í máli og ikki minni í leiting. Í framtíðini verða tað kanska ikki tær eindir, sum vit í dag kenna sum lond, ið fara at møtast í ST at góðkenna mørk og mál, men heldur fyritøkur sum Google. Ræðandi, men kanska bara gott, meðan vit uttan úrslit bíða eftir taktiskum politikarum og markleysum vápnaseljarum. Eftir hetta uppvask skeinki eg morgunkaffi í eitt Googlekrúss og fari at lurta eftir antikku fløguni Framåt! För Palestinas befrielse, sum svenska marknaðarfyritøkan Border Music gav út í 2002.