21.5.13

Nú sprettur á fold og spírar


Meðan sóljurnar spretta upp móti turrum, aldrandi greinum, kunnu vit í heimsins størsta vikublaði, Time, lesa um unga, sjálvsøkna og narsisstiska ættarliðið, ið sum nakað nýtt veksur fram og sæst á hvørjum horni í heimsins metropolum, men allarbest á loftinum heima, har tey enn halda til í teirra sanctuary og bara gerast eldri og eldri. Heima hjá mammu og babba.


Men er tað nú akkurát so, sum blaðið sigur? Eru tað ikki bara tey vaksnu, sum fyrr vóru ung, ið siga so, tí nú sita tey á fleskinum, og ikki vilja vita av hesum ungu, sum hava aðra atferð, onnur virði og aðrar føreikar enn tey sjálvi - tey ráðandi? Eru tey ungu ikki bara ein hóttan, the folk devils, sum sosiologarnir siga? Og líða tey ráðandi ikki bara av mentanarangist, cultural panic, á øllum pallum, so vit eisini fáa eina miðlaangist, media panic? Fara vit aftur til 1985, so var tað videoættarliðið, ið stóra tíðarritið, Newsweek, ávaraði um, ella í minsta lagi defineraði sum eitt ættarlið, ið vaks upp við nýggja MTV og dagsins tøkni. Ráðandi ættarliðið skilti ikki petti. 


Tíðarritið Newsweek kom út fram til árslok í fjør. Í 1976 skrivaði Tom Wolfe í New York Magazine um The Me Decade, eitt heilt tíggjuáraskeið við sjávsentreraðum fólki, ið ikki smæddist fyri at snakka um egnar hemmoridir og leggja alt á blik.


Tá vóru longu sjey ár liðin, síðani George Harrisson skrivaði sangin I, Me, Mine, sum kom á plátuni Let it Be (1970) og seinni bleiv heitið á eini sjálvævisøgu. Í sjónvarpssendingunum The Beatles Anthology (1995), segði George Harrison, at: "I Me Mine is the ego problem. There are two 'I's: the little 'i' when people say 'I am this'; and the big 'I' - is duality and ego. There is nothing that isn't part of the complete whole. When the little 'i' merges into the big 'I' then you are really smiling!"


Í 1968, tá smílandi George Harrison var ein av teim mongu, sum tá upplivdu lívsins vár, setti tíðarritið Life eitt umboð fyri hvørt ættarlið inn í brillurnar á svørt hvítu permumyndini. Við áskriftini The Generation Gap vildi tíðarritið lýsa nýggju gjónna millum ættarliðini. Útsýnið var einki serligt.


Venda vit aftur til aktuellu útgávuna av Time, so kunnu vit við einum ávísum rætti siga, at undir sólini er einki nýtt. Kjak er ofta ein fjaldur pallur fyri makt. Serliga í miðlunum og almenna rúminum. Til dømis tað kjak, sum í ymsum bólkum er um móðurmálið á Facebook, er sjálvdan annað enn stríð um makt. Eyðkennið er, at tey gomlu eru sannførd um, at tey eiga rættin til málið, meðan tey ungu bara provokera, tí tey enn ikki hava tikið við rætta vaksnamannalívinum. Málstríð er maktstríð. Til ber eisini at skifta heitið 'mál' út við onnur av lívsins fyribrigdum. Men ráðandi maktin er og verður hin sama. Men far nú út, tí tað várar!