Skip to main content

Pundik, Krasnik og Heini



Við støði í donsku bókini Pundik & Krasnik og resten af verden, sum Kristeligt Dagblad gav út í heyst, hevði Heini í Skorini frálíkt prát á Hotel Føroyum í kvøld við teir báðar jødisku danirnar, 85 ára gamla Herbert Pundik og 41 ára gamla Martin Krasnik. Samansjóðað og skipað prát, heldur enn leysar einarøður, hvør í sína ætt. Frálíkt, at ein redaksjonell hond merktist á tiltakinum. Tað er sjáldsamt, og er sum við teim fáu góðu sendingunum, ið skilja seg burtur úr hinum grabsinum, tí tær taka lurtaran í álvara. Og her var fult hús av vælhýrdum og forvitnum lurtarum frá ytsta vinstravongi til fremst í Ebenezer.


Pundik og Krasnik umboða hvør sítt jødiska ættarlið og hava markantar meiningar um ikki bara heilaga staðin hjá trimum heimsreligiónum, Jerúsalem, men eisini um kríggj og frið í allari verðini, tó mest í Miðeysturi, har Ísrael er snúningsásurin. Pínufullir og viðkomandi í egnum frásagnum, serliga tá Pundik fyri fyrstu ferð fekk at vita um eina føroyska gentu, sum tænti hjá teimum, tá tey í 1943 máttu rýma uppá standandi fót undan Gestapo til Svøríkis. Fyrri tímin var persónligur og seinni politiskur. Áhugavert at hoyra Pundik siga, at Holocaust var sum ein prisma, hann hugdi ígjøgnum, hvørja fer hann tók støðu til nýggj viðurskifti her og úti í heimi. Báðir vóru samdir um, at var eingin antisemitisma, so var einki Ísrael, ið teir lýstu sum heimsins minst homogena land, ið bara hevur tankan um ein heimstað sum felagsnevnara. Og so var eg púra paff, at vendingin Guds útvalda fólk aldri kom fyri, heldur ikki tá kendir ferðaleiðarar til Heilaga landið tóku orðið. Tað var gott og fríandi.


Tá Herbert Pundik var 16 ára gamal, mátti hann flýggja undan týskum nazistum í Danmark. Hann stríddist á hermótinum, tá ið ísraelski staturin varð stovnaður í 1948, og hann misti sonin, Uri, á hermótinum í Yom Kippur-krígnum í 1973. Hann dylir ikki fyri, at hann hevur livað eitt spennandi lív og enn tykist nógv at vera eftir, so lættur hann er av lyndi. - Jeg udvikler mig stadig, segði hann ertandi við Martin Krasnik, sum undraðist yvir at Pundik, hevði broytt støðu í fyrr so markantum hernaðarmálum mótvegis palestinensarum. Pundik helt at Ísrael skuldi tikið seg aftur til tey mørk, sum eru trygg og landið kundi verja. Pundik, ið lýsti seg sum danskan jøda í Ísrael, hevur verið journalistur, korrespondentur kring allan heim, blaðstjóri á Politiken og njósnari fyri ísraelsku fregnartænastuna Mossad, onkuntíð alt um eina leið.


Martin Krasnik umboðar eitt yngri ættarlið av donskum jødum. Hann er hvassur korrespondentur fyri Weekendavísina og umstríddur sjónvarpsvertur í Deadline. Hann hevur gjørt persónligar sendingar úr USA og telist millum fremstu donsku uttanríkispolitisku viðmerkjarar. Hann helt at Føroyar fingu sjálvstøðugan limaskap í ST fyrr enn nakar palestinensiskur statur bleiv til. Hann nevndi eisini, at frá at vera yndisbýurin yvir øllum, var ikki verandi í Jerúsalem longur, tí ortodoksar átrúnaðarligar kreftir høvdu lagt seg á býin. Og so var bókasøla. Kári Árting í Rit og Ráki seldi samrøðubøkurnar, Pundik & Krasnik og resten af verden, sum teir báðir signeraðu.


Her eru tað Hanna Jensen og Klæmint Weihe, ið fáa eina heilsan í bøkurnar, tey júst hava keypt.


Heini í Skorini hevur alla orsøk at verða fegin um væleydnaða tiltakið, sum savnaði so nógv fólk á Hotel Føroyum, at allur veitslusalurin var fyltur. Sjálvt mikrofonirnar og mongu politisku kortini, sum vórðu víst upp á veggin, riggaðu. Í bestu løtum var hetta eisini storytelling, frásagnarkynstur av bestu skuffu, ikki bara fyri jødar, men grikkar eisini. Tað var sum tá Steinbjørn B. Jacobsen í 1997 yrkti um víðskygna vallaran Viderø, ið setti seg í heimliga køkin: Bróstini hvurvu tú manaði grikkar og jødar rómverjar norðbúgvar og skálvíkingar fram á gólvini. Tað er avbjóðingin. Takk fyri eitt gott og hugvekjandi tiltak, har ein av heimsins brennideplum flutti seg nógv nærri meiniga føroyinginum!