Skip to main content

Sjáldsamir bygningar



Meðan grasið grønkast og skuggar styttast, eru vit farin at fotografera sjáldsamar bygningar. Á arbeiðsplássinum fáast vit við tekst og myndir. Mest sum til stuttleika, men eisini fyri at kveikja fagurfrøðiliga sansin, og at gáa um fjald myndaevni, sum eru mitt fyri í gerandisdegnum, hava vit í frítíðini gjørt av at hava eina myndakapping. Egnar fotomyndir, sum lúka avtalaðu treytirnar, verða settar á veggin í matarstovuni, sum í dag sær soleiðis út:


Yvirskriftin er Myndir av sjáldsamum bygningum og treytirnar at vera við í myndakappingini eru hesar:
  • Myndin skal vera av einum sjáldsamum bygningi í Føroyum.
  • Sjáldsamt merkir, at avmyndaði bygningurin hevur dygdir ella eginleikar, sum í sjálvum sær hava varandi fagurfrøðiligt myndavirði, uttan á nakran hátt at skriva seg inn í almennar søgubøkur.
  • Avmyndaði bygningurin skal ikki vera bústaður, men hava eina vinnuliga ella tænastuliga funktión.
  • Bygningurin skal kunna avmyndast allur sum hann er, uttan at traðka meir enn fimm metrar burtur.
  • Víðvinkullinsa niður í 18 mm kann brúkast.
  • Myndina skal vera í litum.
  • Amyndingin skal vera egin og leys av almennum tíðindameldri.
  • Photoshop kann brúkast at reinsa myndina, men ikki til at taka lutir burtur úr myndini, ella at seta nýggjar lutir inn.
  • Myndin verður sett á talvuna í matstovuni.
  • Hvør luttakari kann í mesta lagi seta eina mynd á veggin annanhvønn dag.
Niðanfyri eru tveir sjáldsamir bygningar avmyndaðir. Báðir eru tiknir yviri við Strond, annar er eitt stoypt verndarvirki frá øðrum heimsbardaga. Sum fyrsta dagin, sæst bygningurin beint við Boðanesheimið, púra klárur, við holum til fleiri byrðsumenn. Hin, nakað litfagrari bygningurin, er longur úti, á trøðni niðanfrá Boðanesi og Hoydalsá, uttanfyri tyrlupallin, men dygst við ringvegin. Alt árið í kring er lív á bønum. Her ganga seyður og gæs, so helst hevur hesin hugfarlsligi bygningur nógv onnur endamál enn bara at bleiktra rustlittur í sólini.