Skip to main content

Skúlameistarin talar!


Amerikanski filmsleikstjórin, Steven Spielberg, er formaður í dómsnevndini, sum sunnudagin fer at velja ein av tjúgu at vera hin besta filmin á altjóða stevnuni, sum 66 ferðir hevur verið hildin í Miðjaðarhavsbýnum Cannes. Vinnandi filmurin fær Gylta Pálman, Palme d'Or. Spielberg, sum við lyftum peikifinguri er hin stóri filmiski námsfrøðingurin í okkara tíð, sigur skemtandi við møttu miðlarnar, at nú fer hann at hyggja eftir dómsnevndarfilminum 12 Angry Men, sum Sidney Lumet gjørdi í 1957. - As a tutorial to prepare myself for the final day of deliberation, sigur formaðurin við einum sigandi smíli.



Umframt Spielberg eru sjáldsama kend filmsfólk í dómsnevndini. Stjørnan Nicole Kidman, leikstjórin Ang Lee, omanfyri, sum hevur gjørt ein av mínum yndisfilmum, The Ice Storm (1997), Bollywoodstjørnan Vidya Balan, franska stjørnan Daniel Auteuil, rumenski gullpálmavinnarin Cristian Mungiu, skotska Lynne Ramsay, sum gjørdi We Need to Talk About Kevin (2011), javnaldrandi japanska Naomi Kawase og eysturríkski  Christoph Waltz, sum spældi dr. King Schultz í Django Unchained (2012), og nú skal spæla Gorbatjov í filminum Reykjavík (Mike Newell 2014) móti Michael Douglas, sum er Reagan í eini uppsetingin av toppfundinum teirra millum í Reykjavík í 1986. Søguligi íslandsfundurin, sum tey siga har í landinum, var í húsinum Höfði, sum eru í Borgartúni í Reykjavík. 'Fáni Bandaríkjanna og fáni Sovétríkjanna hanga þar til minnis um fundinn' sigur heimasíðan hjá íslendska húsinum Höfði. Niðanfyri sæst Waltz í leiklutinum Hans Landa í Inglourious Basterds (2009).


Á pressufundi varð Spielberg spurdur, um hann kendi niðurlendska filmsleikstjóran Alex Van Warmerdam, niðanfyri, sum við Borgman fyrstu ferð í 38 ár umboðar Niðurlond í kappingini um besta filmin í Cannes. Filmiski dómsnevndarformaðurin svaraði uppá skúlameistaramanér:  No. We'll become aware of the maker if the film causes us to be made aware of the maker.


Millum teir tjúgu filmarnar, sum eru í høvuðskappingini at vinna Gylta Pálman, Palme d’Or, eru brøðurnir Cohen við Llewyn Davis, Alexander Payne við Nebraska, Steven Soderbergh við Behind the Candelabra og Nicolas Vinding Refn við Only God Forgives. Uttan at hava sæð filmin, men við støði í pressutilfari, havi eg hugsavnað meg um filmin Nebraska, niðanfyri, sum er ein svart-hvítur biltúrur við einum dementum pápa, Bruce Dern, gjøgnum fýra amerikanskar statir.



Ummælarar peika annars á tveir miðjararhavsfilmar, sum møguligar vinnarar. Teir eru italski La Grande Bellezza, sum Paolo Sorrentino, niðanfyri, gjørdi við Fellini sum dekadentari fyrimynd og tunesiski La Vie de’Adele, har leikstjórin Abdellatif Kechiche í samfullar tríggjar tímar og í opinskáraðum sexscenum lýsir kærleikan millum tvær kvinnur, niðast.



Afturvið kappingini um Gylta Pálman, nýta altjóða leikstjórar høvið at frumsýna nýggjar filmar, so sum La Vénus à la Fourrure (Roman Polanski), Only Lovers Left Alive (Jim Jarmush) og Le Passé (Asghar Farhadi). Filmstevnan í Cannes byrjaði við The Great Gatsby (Baz Luhrmann), sum enn gongur í Havnar Bio í 3D fyri 110 krónur, pluss 10 krónur fyri 3D brillur, sum hómast á sjálvsmyndini allar niðast, ytst av rekkju E í biografmyrkrinum. Enjoy!