Skip to main content

Upptøkurnar til Vetrarmorgun lidnar


Í gjár var seinasti upptøkudagur í sambandi við nýggja filmin hjá Sakarisi Stórá Vetrarmorgun. Miriam og Janus Gunnarsson hava tikið meistarligu stillmyndirnar í Skopun. - Hetta er vakrasti filmur, eg havi gjørt, sigur Sakaris, sum er framúr vælnøgdur við avrikið hjá øllum fimtan í filmsliðnum. Belgiski fotografurin, Virginie Surdej, niðanfyri, er samd. - Vetrarmorgun er millum tríggjar teir vakrastu filmar, sum eg havi gjørt, sigur hon í Skopun, tríggjar dagar fyri at hon skal filma fyri ein av kendastu fronsku sniðgevunum í París.


Á fyrsta sinni hevur Sakaris havt framleiðara við í filmsgerðini. Tað er Ingun í Skrivarastovu, sum er útbúgvin á Goldsmiths College í London. Hon sæst í hvítari troyggju til høgru á myndini niðanfyri. Ingun hevur áður roynt seg við egnum dokumentarfilmum, so sum Ein spegil í minni mínum, ið var um mammuna, og í Hansara hondum, sum lýsti Hans Paula Olsen og Janus Kamban.


- Tað er fyrstu ferð at eg royni meg sum framleiðara í Føroyum, sigur Ingun í samrøðu í dag. - Tá eg hoyrdi, at Sakaris Stóra aftur fór undir at gera ein stuttfilm, bjóðaði eg meg fram at verða við sum framleiðari. Mær dámdi sera væl Passasjeren og Summarnátt, og eg haldi, at Sakaris er ein sera dugnaligur ungur filmslistamaður, og eg vil eggja honum til sum skjótast, at fara undir at gera ein longri spælifilm. Hetta manglar veruliga herheima, sigur Ingun, sum leggur afturat, at seinasti spælifilmurin Bye bye Bluebird hjá Katrini Ottarsdóttir varð gjørdur í 1999, so tað er uppá tíðina at ein nýggjur verður gjørdur.


- Tað hevur stóran týdning, at vit sjálvi gera okkara egnu filmssøgur, og ikki bara hyggja at tí, sum onnur gera. Her er jú eisini ein rúgva av tilfari at taka av, og serliga haldi eg at samtíðarsøga okkara eigur at verða fortald, sigur Ingun avgjørd og heldur, at við filmunum kunnu vit eisini røkka út til onnur lond, og siga teimum frá, hvussu vit tulka tilveruna her og nú.

Krevjandi og gevandi arbeiði

Ingun sigur, at tað hevur verið bæði spennandi og krevjandi, men eisini stuttligt og gevandi at vera við at framleiða Vetrarmorgun.

- Tað er stuttligt at síggja, hvussu talentfullir ungu leikarnir eru, og hvussu nógv professionel filmsfólk vit eiga. Tað hevur verið ein frægd at arbeiða saman við hesum fimtan fólkunum, og her er veruliga eitt potentiali at skapa enn meiri filmslist, sigur Ingun.

- Filmur er jú ein listagrein, sum fatar um fleiri greinir, og eg gleði meg at hoyra úrslitið av tí filmstónleiki, sum Mikael Blak nú situr og komponerar til Vetrarmorgun. Tað er serframleiddur tónleikur júst til henda filmin.

Ingun hevur fyri tað mesta arbeitt við at gera dokumentarfilmar.

- At gera fiktión er ein heilt onnur prosess, so tað hevur verið læruríkt at sæð, hvussu Sakaris miðvíst arbeiðir við leikstjórnini, og hvussu nógv arbeiðið hann leggur í persónsinstruktiónina. Hetta fer at síggjast aftur í dygdini á endaliga filminum, heldur Ingun og ger vart við tað risastóra arbeiði, sum er aftanfyri tað, at gera stuttfilm. - Hetta er nógv meiri krevjandi enn fólk flest gera sær far um.


Nú eru upptøkurnar so lidnar, men stórarbeiði eru enn eftir. Filmurin skal klippast, og so ljóð-, mynda- og litviðgerast.

- Hetta tekur tíð, og er kostnaðarmikið, sigur Ingun og upplýsir at higartil er umleið 50% av filminum fíggjaður, so her er eisini meiri arbeiðið at gera. - Men við tí kvaliteti, sum filmurin nú hevur, ivist eg ikki í, at tað fer at bera til at skaffa hesar upphæddir, serliga tá hugsað verður um, at nú kunnu Summarnátt og Vetrarmorgun promoverast saman yvirfyri distributørum uttanlanda.

Sandoyggin sum filmsoyggj

Tað eru meiri enn tíggju ár síðani Ingun hevur verið í Sandoynni. - Ikki tí, tað er ómakaleyst at ferðast hagar, tí Teistin siglur so oftani, og tað tekur ikki meiri enn ein hálvan tíma at koma yvirum. Vit búðu á Sandi og í Húsavík, men allar upptøkurnar vóru í Skopun, so eg fekk sæð nógv av Sandoynni, m.a. eisini Søltuvík, har eg ikki havi verið fyrr. Har er so serstakt og vakurt, og bygdirnar hava allar síni sereyðkenni.

- Nú hevur man í fleiri ár tosað um at gera ein listaskúla á Sandoynni. Fólkatalið minkar í hvørjum, og skulu vit hava ung fólk at støðast her á landi, má okkurt miðvíst gerast. At sett á stovn ein films- og listaskúla í Sandoynni hevði verið eitt risaframstig. Lærarar til allar lærugreinar eru jú longu í landinum, so tað er bara at fara í gongd, sigur Ingun í Skrivarastovu eftir at filmsupptøkurnar til nýggja filmin hjá Sakarisi Stóra eru lidnar.

Til lukku og góða eydnu framyvir!

Allar tær meistarligu myndirnar tóku Miriam og Janus Gunnarsson, stillfotografur og assistentur.