Skip to main content

Vetrarmorgun í Skopun



Ingun í Skrivarastovu, framleiðari, hevur avmyndað filmslið og leikarar hjá Sakarisi Stórá í stovuni hjá abbanum, sum hann er uppkallaður eftir. Húsini eru við Áarbakkan í Skopun og í næstu húsum býr leikstjórin sjálvur, sum sæst aftastur við tekoppi og í hvítari troyggju. Kring borðið sita frá vinstru Miriam Gunnarsson, stillfotografur og assistentur, Helena Heðinsdóttir Jørgensen, annar høvuðsleikarin, Virginie Surdej, filmfotografur, Armgarð G. Mortensen, hin høvuðsleikarin og Rúni Friis Kjær, fotografassistentur. Ljósmaður er Rógvi Rasmussen og ljóðmaður er Jón McBirnie. Teir eru ikki á myndini.

Eg havi fingið orð á Sakaris, nú bara ein upptøkudagur er eftir í sambandi við at filmurin Vetrarmorgun er í gerð.

Sakaris, í hvønn mun relaterar hesin nýggi filmurin seg til hin fyrra filmin 'Summarnátt'? Vetrarmorgun er ein nógv meira búgvin filmur enn Summarnátt. Hetta er ein daprari og ráari søga, sum allíkavæl er fortald við einum gjøgnumgangandi vakurleika. Vit fylgja høvuðsleiklutinum frá Summarnátt, Mariu. Men hennara sosialu umstøður eru broyttar, hon hevur fingið nýggjar vinir og er blivin meira sjálvstøðug, samstundis sum hon berjist við eitt stigma. Tað eru nógvir paralellir við Summarnátt, summir meira týðiligir enn aðrir. Men í øllum førum er Vetrarmorgun ein nógv sterkari filmur enn Summarnátt.

Ganga leikararnir aftur? Armgarð G. Mortensen, ið hevur høvuðsleiklutin sum Maria í Summarnátt, hevur eisini høvuðsleiklutin í Vetrarmorgun, saman við Helenu Heðinsdóttir Jørgensen. Men í mun til Summarnátt eru eisini nógvir smáir leiklutir, ið hava stóran týdning fyri søguna. Leikararinir eru teir bestu, eg nakrantíð havi arbeitt saman við. Og tað er gott, tí Vetrarmorgun er sera avbjóðandi fyri bæði leikarar og leikstjórn. Filmurin hevur avbjóðandi scenur, sum ikki eru sæddar í Føroyum fyrr. Og tað hevði ikki borið til, um eg ikki hevði leikarar, sum eg kann hava fult álit á. Eg gleði meg at arbeiða við somu fólkunum aftur.

Hvar eru upptøkurnar gjørdar? Upptøkurnar eru gjørdar á Sandoynni, meginparturin her í Skopun, men eisini í Havn. Summarnátt vísti at Sandoyggin er ótrúliga væl eydna sum location til film. Men okkurt mátti gerast í Havn, tí tað vóru so nógvir leikarar í onkrari einstakari scenu. Og tað var ringt at finna eitt passandi hús til tað á Sandoynni.

Nú hevur tú fyri fyrstu ferð ein framleiðara. Hvussu riggar tað? Tá eg gjørdi Summarnátt, gjørdi eg av at gera alt sjálvur. Tað vil siga, at eg sjálvur framleiddi filmin. Tað skal man ikki gera, og onkusvegna var tað akkurát tí eg valdi at gera tað. So eg hevði roynt tann partin av upptøkunum. Tað riggaði, men var øgiliga stressandi. Hesuferð er tað Ingun í Skrivarastovu, sum framleiðir filmin. Okkara samstarv riggar avbera væl. Eg eri glaður fyri at hon vildi vera framleiðari á filminum. Tað hevur filmurin heilt sikkurt vunnið nógv uppá. Tað ger eisini, at eg kann hugsavna meg fult um leikstjórnina. Og tað eri eg glaður fyri at kunna. Filmurin hevði ikki blivi verðurleiki uttan Ingun.

Belgiski fotografurn, sum hevur gjørt 'Violet Hill' og 'Lovers in Japan' fyri Coldplay, er aftur í Sandoynni. Hvussu ber tað til? Ja, fotografurin, Virginie Surdej, er hin sami, sum eg arbeiddi saman við á Summarnátt og hon segði longu tá, at hon vildi eisini sleppa at filma Vetrarmorgun, hóast hon hevur stórar uppgávur úti í heimi. Okkara samstarv riggar sera væl. Vit skilja hvønn annan listarliga. Og arbeiða væl saman sum eitt team. Eg eri stoltur, aftur at kunna arbeiða saman við henni. Hon hevur nógvar royndir, og hevur arbeitt við nøkrum av størstu nøvnunum innan tónleika- og mótaheimin, allíkavæl kemur hon til Skopunar.

Nú er bara ein dagur eftir av upptøkunum. Hvussu ert tú nøgdur sum leikstjóri? Eg eri glaður um, at vit veruliga hava klárað at skapt okkurt, ið kann blíva gull. Men tað hevur eisini veri strævið. Vit hava veri eitt sera lítið filmslið, og hava arbeitt øgiliga intenst allar dagarnar. Tað hevði ikki borið til, um filmsliðið og leikararnir, ikki einans vóru góð filmsfólk, men eisini góð menniskju. Fyri fyrstu ferð í lívinum havi eg havt fyrireikingartíð. So eg havi havt møguleikan til at menna leikritið saman við høvuðsleikarunum. Tað við siga, at eg havi havt venjingarlegur í Skopun, her vit hava roynt ting frá leikritinum, og síðani havi eg kunna broytt ymsar smálutir.

Í hvønn mun verður filmurin til við upptøkutólini, heldur enn við klippiborðið? Eg eri ikki komin til klippingina enn. Men filmurin er heilt sikkurt skaptur undir upptøkunum og kanska serliga í castingini. Eg eri ikki ein góður klippari, so eg noyðist at fortelja søguna undir leikstjórnini, sigur Sakaris og savnar filmsliðið í stovuni hjá abbanum.

Nú fara tey øll til Depilin í Skálavík at eta nátturða. Í morgin er seinasti upptøkudagur og lagið er gott. Ingun er hugtikin av, hvussu væl Sakaris dugur at leikstjórna. - Hetta er heilt fantastiskt, sigur hon og fær eyga á ein stóran fugl á sandinum. - Hatta er heilt vist ein trani. Men ber tað til? Hetta er sum í einum ævintýri, sigur Ingun, ið er framleiðslustjóri hjá Sakaris Stórá við nýggja filminum Vetrarmorgun.