27.6.13

Arbeiðsgleði á sumri



Í hægstu agurkutíðum minnir týsdagsoddagreinin í Dimmu skúlarnar á, at ferðin skal ikki setast niður, nú frítíðin nærkast. - Slappu dagarnir undan og eftir frítíð eru burturspilt tíð, sum ongantíð kemur aftur, sigur Dimma í oddagreinini, sum við skúlameistarafinguri er ætlað Føroya skúlum. Her skal við øðrum orðum stríðast og strembast til hjarta brast, sum sangurin sigur. Og tað er einki minnið enn sjálvsagt á øllum landsins arbeiðsplássum. Sjálvsagt. Fremsti føroyski prentmiðil, ið er hin einasti, ið kemur fimm ferðir um vikuna, eftirlýsir eisini arbeiðsgleði í Føroyum: - Vit eftirlýsa eina størri arbeiðsgleði og størri áhuga fyri at menna okkara ungu spírar og gera tey tilreiðar at taka ímóti avbjóðingunum seinni í lívinum. So ikki seta ferðina niður, sigur Dimma í heiðursspaltunum í hægstu agurkutíð. Í oyranum havi eg ein annan miðil, Útvarpið, sum uttan slit er farin at senda sjangrutónleik, nú alt er sett niður í gir og nýggja umberingin eitir flyting. Úrslitið er ein sjáldsama veik og lítið gleðilig miðlastøða í landinum. Fyri fyrstu ferð yvirhøvur eri eg farin at sløkkja Útvarpið afturvið arbeiðinum, og heldur velja mær ein spennandi spælilista á Spotify. Soleiðis verður almannaverkið í alt størri mun lagt út til hin einstaka. Og tá eg leiti eftir lyklaorðinum í oddagreinini í savninum hjá Dimmu, fái eg hetta svar: