21.6.13

At balla seg í Christo


Grønlendska tjóðardagin og longsta dag yvirhøvur, roynir Tinganes seg við nýggjari inngongd at møta altjóðagerðini, soleiðis sum hon er fyriskrivað í donsku sjónvarpsrøðini Borgen. Óváttað tíðindi vilja vera við, at tað er bulgarski listamaðurin Christo, sum við støði í innpakkaða Ríkisdegnum í Berlin, hevur klætt inngongdina í Tinganesi við grønum lørifti og grønlendskum flaggi. Hugsjónarliga grundstøði er refleksiva mentanarhugtakið hjá týska Ziehe, sum leggur upp til at balla seg inn í danska hugtakið ein dag, føroyska ein annan og grønlendska ein triðja. Alt er til forhandling, men bara ikki sild og makrelur. Tað siga føroyskir kvotabarónar í Danmark. Og tað er í hvussu er ikki eitt evni fyri Ríkisfelagsskapin, sum dagin fyri longsta dag varð nevndur eins ofta og dagar eru í árinum. Men tá ryssir í lakkinum og buglur á bilin eisini komu á orðaða borðið í landsins fremsta nesi, tá hugsaði eg um innballaðu filmisku orðini He even treats objects like women og kendi tað, sum sat eg uppi í Havnar Bio og hugdi eftir The Big Lebowski við løgmanni í leiklutinum sum hin forsmáddi Donny, ið vil vera bæði flipparin the Dude og hin aggressivi Walter, ið allir skulu finna vegin til burturfluttu dulluna Bunny, til høgru niðanfyri, sum nihilistarnir við teim drepandi eygunum, aftanfyri millum Donny og Bunny, eisini eru eftir, meðan øll grína og gníggja hendur.


Men um kvøldið vakni eg við kaldan dreym, tí tá hevur Høgni í Jákupsstovu ultrakula samrøðu við danska ríkisleiðaran, Helle Thorning-Schmidt. Hon hevur einki at siga uttan Rigsfællesskabet upp í saman, sum var tað ein mantra, sum merkir nakað heilt annað enn sagda orðið, kanska heldur ráevni í grønlendsku undirgrundini, hóast Arktis ikki varð tikið uppá tungu. Her er einki at heinta hjá okkum í niðurpakkaða felagsskapinum, sum er klárur at avskipa.


Og eg haldi at hesin nýggi føroyski sjónvarpsstílur bleiv so deiliga væl útpakkaður, tá skakaði ríkisleiðarin fór at kommentara føroyska vinkulin og slagið av spurningum og kjakevnum, sum fyrr plagdu at vera so hugnaliga innballaði í jólapappír. Tá hvesti eg oyrini. Slíkt havi eg ikki hoyrt fyrr. Frálíkt. Einki innballað. Nú er bara at brúka sama ultrakula stíl, tá Kári P. Højgaard skal pakkast út úr undirsjóvartunnilinum, sum hansara lærdu siga, er beint eftir bókini, hóast avgerðin pakkar fólkaræði so væl inn, at eingin uppisjóvarsild veit frá degnum at siga og neyvan fer á val aftur, so innballað maktin er blivin. Hygg bara eftir inngongdini til Tinganes. Í dag verður leingi til eg sleppi at balla meg.