29.6.13

Frá Milano til Tórodd


Í dag havi eg sett mær fyri at tvinna saman Malpensa og Skálatrøð, ella heilt nágreiniliga størsta flogvøllin í Milano, har Atlantsflog setti seg fyrstu ferð, og tað fullsett, á middegi, og so framsýnignarhølini hjá Steinprenti í Havn, har Tóroddur Poulsen á fyrsta sinni sýnir fram oljumálningar seinarapartin. Frá Berlusconi til Tórodd og aftur eru 4335 og ein hálvur kilometur at flúgva, og 90 kilometrar at koyra í bili. Tað er urban coolness í trettan klokkutímar ein frídag á sumri.




Heiman klokkan fimm, umborð á Atlantsflogi klokkan hálvgum átta og í Milano knappar tríggjar tímar seinni. Við á ferðini eru fleiri miðlafólk teirra millum Olivur Joensen frá Norðlýsinum.


Umborð á Airbus flogfarinum hjá Atlantsflogi stendur fryntligi marknaðarleiðarin, Allan Skaalum, fyri okkum og bjóðar okkum vælkomin umborð á fullsetta flogfarið.



Umborð hitti eg starvsfelagan Pól, sum sjálvur tólvti í góðum ferðalagi ger mentaferð til Norðuritalia í summar. Úr Milano er skjótt til Como, Lecco, Gardavatnið, høvuðsstaðin í Toscana, Firenze, og ikki minst til Venezia, har tey tólv skulu gista í kvøld.


Við í ferðini hjá Pól og teimum, er Magni Dalsgaard, sum tekur mandolinina fram og spælir O Sole Mio eftir miðgongdini. Fólk syngja við og eg varnist nú, at tey tólv hjá Pól eru ein bindiklubbur, sum hevur ferðast og hildið saman í mong ár.


Hetta er søgulig ferð, beint úr Føroyum til Italia, og Eyðgerð bjóðar italska Asti Spumante frá Martini, nú Atlantsflog fyrstu ferð ger klárt at seta seg í Milano.


Stjórin í Atlantsflogi, Magni Arge, og nevndarformaðurin, Niels Mortensen, tosa um nýggju farleiðina og týdningin av at flúgva beint úr Vágum og út til heimsins metropolar. Bara kenslan at stíga umborð í Vágum og í land úti í heimi, púra á egnum beinum og leysur av Kastrup, Keypmannahavn og Danmark, er ein óbetalilig kensla.


Tá vit lenda, standa brandbilar fyri okkum og sproyta við vatni, at gera vart við, at her er dópur og ein nýggj farleið.


Í komuhøll 1 á Malpensa flogvøllinum í Milano taka Eva Vismara, Matteo Pomini, Aldo Schmid og Luisa Fornara ímóti Magna Arge og okkum øllum úr Føroyum.


Á Malpensa flogvøllinum er hátíðarløta hesa fyrstu ferð Atlantsflog førir fólk úr Føroyum til Italia. Ein snórur við italsku flagglitunum eru spentur fyri føroyska gongdina og Magni sleppur at klippa snórin, meðan øll fagnast og taka myndir.


Eftir formellu upplatingina eru italskar og føroyskar talur, og Magni Arge handar gávur til italsku ferðasambondini við talvuna, sum ber boð um nýggja sambandið, sum tó ikki er so nýtt. Magni hevur funnið skjøl, sum vísa, at flogskiparin Antonio Locatelli úr Bergamo í Italia læt byggja eitt flogfar í býum Pisa. Í 1924 setti hann seg við flogfarinum á vágna uttanfyri Molan í Havn. Hann vildi prógvað, at tað bar til at knýta heimspartarnar og flúgva úr Evropa til Amerika.


Í dag er tað sostatt ikki fyrstu ferð, men aðru ferð, at føroyingar hava beinleiðis flogsamband við Italia, segði Magni, sum i seinasta setningi avdúkaði, at hann er italskur konsul í Føroyum.


So eru stundir at tjekka inn til Føroya í Malpensa og vit flúgva heim.



Umborð eru nú fleiri italsk ferðafólk úr Perugia, sum sæst á landafrøðiliga kortinum longur niðri. Tey eru stak áhugaði at hoyra Magna siga frá um Føroyar og føroyska søgu og gerandis viðurskifti. Eg hoyri at tey vilja hitta Jens Kjeld Jensen.




Flogvøllurin Malpensa, sum  er ein av trimum, er 40 kilometrar frá miðbýnum í Milano í Norðuritalska landslutinum Lombardia, sum myndin í nýggja atlasinum hjá Námi vísir niðanfyri.


Corriere della Sera, Aftanblaðið, er avísin burturav í Milano, stovnað í 1876 og kappast við størstu avísina, la Repubblica, í Róm, sum er hundrað ár yngri. Triðja stóra italska avísin er hin elsta, La Stampa, Pressan, sum fyrstu ferð var á gøtuni í Torino í 1867. Í fimmtiárunum keypti bilaverksmiðjan Fiat La Stampa. Her er klipp av dagsins forsíðu á Corriere della Sera í Milano. Eingin í avískioskini vildi hoyra talan um Berlusconi. Søgan í dagsins avís er sjálvandi um 76 ára gamla Silvio, sum er úr Milano, har hann eigur miðlar, fótbóltsliðið A.C. Milan og stovnaði Forza Italia í 1993, sum í 2009 bleiv til Il Popolo della Libertà, Frælsa fólkið. Hann sigur seg enn vera rætta leiðaran.


Og her er tað 28 ára gamla dótturin, Barbara Berlusconi, ið er til handils í Milano. Bløðini vilja vera við, at hon er eins væl inni í politiskum viðurskiftum og norðuritalskum rossahandlum, sum pápin Silvio, og seinasta nýggja av gøtuni í Milano er, at Barbara, sum er mamma at tveimum børnum, nú er uppá vegin við brasilianska fótbóltsspælaranum Alexandre Pato, ið hevur spælt í Milan, men nú er aftur í Brasil, har hann er nummar sjey í Sport Club Corinthians Paulista.



Meðan bløðini har norðuri í Italia eru um at bresta við ivasomum celebrety søgum, er tað púra greitt, at kendasta gosfjallið í landinum er Etna har suðuri á Sicilia. Sum sæst niðanfyri, vísir nýggja atlasið hjá Námi gosfjøll og jarðskjalvtar í Italia síðani ár 1900, ið hava verið sterkari enn 6,5 á Richterstiganum.


Enn ein áhugaverd italsk talva úr sama atlasi er samanberingar av landspørtum, har norðuri og har suðuri í Italia.


Eftir eina hugvekjandi loftferð í norðuritalska mentabýnum, har Seinasta Kvøldmáltiðin hjá Leonardo da Vinci er til skjals á kirkjubróstinum í Santa Maria delle Grazie, eri eg aftur í Føroyum klokkan fimm, tá Jógvan stendur fyri mær og vit leggist á vegin og koyra beint til Havnar. Tí har er latin upp framsýning í Steinprenti á Skálatrøð við málningum hjá Tóroddi Poulsen, sum vit higartil kenna best sum yrkjara og grafikara. Framúr, í báðum førum. Í framsýningarhølunum hjá Steinprenti hevur Kinna Poulsen staðið fyri hesi framúr framsýning, har Tóroddur vísir eina nýggja síðu - løriftið.


Vit hava áður sæð steinprent frá hansara hond, og vatnlitamyndir, installatiónir umframt eina rúgvu av yrkingum, men málningar, tað er nakað nýtt. Vit hava í hvussu er ikki áður sæð eina samlaða presentatión av málningunum hjá Tóroddi, sigur Kinna í innbjóðingini undan framsýningini. - Og á sama hátt sum við hinum listasløgunum, ger Tóroddur ongantíð minni enn at broyta sjálvar grundtreytirnar. Við hesum myndum umdefinerar hann føroyskt málarí frá teimum semiabstraktu náttúrutulkingunum og ekspressivu fólkalýsingunum og figurativu popplistini til nakað nýtt og modernað, sum ikki hevur verið gjørt áður innan føroyska málningalist, men sum eisini er originalt í altjóða høpi.


Um vit taka málningin oman fyri sum dømi, so hava vit ikki áður sæð eina mynd av einum manni í sólbrillum við gittara undir liðini, sum situr í einari svartari sofu við eitt grønt sofaborð og lesur eina teknirøð, meðan spannir í hópatali ota seg inn á hann. Myndin er um somu tíð eitt sindur skemtilig, óhátíðarlig og serstakliga álvarsom, tí hon snýr seg um listarliga inspiratión, sigur Kinna Poulsen.


Fyri listamannin sjálvan er munurin ikki stórur á at skriva og at tekna ella mála, gera installatiónir ella spæla tónleik. Listasløgini hava øll fylgt honum so ella so, tað visuella hevur frá byrjan havt sín alstóra týdning í øllum tí, sum Tóroddur skrivar. Hann hevur t.d. skrivað ekfrasir, men orð og setningar hava eisini stóran týdning í hansara myndum, í kalligrammum, figuryrkingum og í fleiri myndum eru orð javnsettir myndaliðir og fungera sum myndir og sum tekin. Musikaliteturin er støðugur og gjøgnumstreymar yrkingar og myndir, antin tað er røddin á amerikonsku bøn Jim Morrisons, sum fylgir lesaranum inn í tað fyrsta yrkingarsavnið Botnfall, ella tað snýr seg um sjálvan tónleikin, sum Tóroddur Poulsen hevur spælt inn á fløgu. Tónleikurin hjá honum kyknar úr myndum og orðum og tykist uppbygdur eins og eitt stemningstapet av avantgardukendum og tíðum løgnum og tilvildarligum akkordum, ið undirbyggja huglagið í teim yrkingum, sum listamaðurin lesur upp. Steinprent hevur frá hansara byrjan innan myndlistina havt stóran týdning fyri listamannin, eg haldi, at skipaðu mannagongdirnar við prentingini hava havt týdning fyri listamannin, sigur Kinna.


Málningarnir hava ikki tann sama fínleikan, sum prentini hava uttan mun til um tey eisini eru vøkur, dekorativ, stuttlig ella frek, sigur Kinna Poulsen. Málningarnir eru eins greinandi hugsaðir og prentini, og myndevnini kenna vit aftur úr prentunum, men orsakað av ítøkiligu málingini, tykjast málningarnir í enn størri mun enn prentini merktir av bad art snildum. Kanska kunnu vit siga, at málningarnir eru merktir av eini serstakari urbanari coolness, men í øllum førum er hetta ein heilt serlig málningaframsýning, sum er opin alt summar til og við ólavsøku.