Skip to main content

Summar í Tórsbyrgi


So er summar í Tórsbyrgi, eins og í øllum Suðurstreymi. Reyðbláu tulipanurnar standa stinnar og vagga við Nólsoynni og antennunum hjá Radioamatørunum í baksýni á bønum hjá Jens Peturi og Lýtt í nummar 5.


Shahin Gaini í nummar 34 er farin at tøma gamla sandkassan, sum skal gerast til terassu við grill. Gamli sandurin verður í trillibør koyrdur á gøtuna aftanfyri húsini.


Á bønum eru Anna og Selma í nummar 20 farnar at samla eina runda kúlu, ið sær út sum eitt rúmdarfar. Men nei, hetta er ovara helvtin av eini kompostkúlu.


Við hvíta veggin er Álvur í nummar 24 farin at raka hoyggið saman á bønum, meðan dreingirnir hjá Eyðuni í grannahúsinum spæla bólt við hundinum Alu.


Blómurnar spretta í hvørjari sprekku, her eru tað hjálpirøtur undur køksterassuni í nummar 18. Av bakkanum sæst oman á kampingplássið, har tveir íslendskir kampingvognar standa í sólskininum, hóst økið enn er arbeiðspláss.