Skip to main content

Tíðartekin í Tórshavn


Meinigheitir tosa um tekin í tíðini, jartekin, ið sigast benda á heimsins undirgang, heilt skjótt. Tekin í Tórshavn hava leingi bent á lodrættan arkitektoniskan undirgang, ja kring landið alt, tá umræður býarplanlegging. Í so máta er gott grundarlag fyri eini nýggjari meinigheit, Tórshavnar-Tekin-í-Tíðini-Meinigheit-Fyri-Endadagsarkitektar. Nú nýggi Listanevndarformaðurin er arkitektur, vóni eg at almenna rúmið verður endavent og sett til kjak, so tað ikki heldur fram at vera ein ónevndur avgreiðsluspurningurin millum arkitekar og tilvildarligar býráðslimir uttan andstøðu ella aðra barlast, tíansheldur estetiskt dannilsi. Tað eri eg sannførdur um, hvørja ferð eg gangi gjøgnum Tróndargøtu við gomlu katólsku kirkjuni við hevjaða hvíta krossinum fyri endanum. Tá var býarplanlegging. Ein gøta við byrjan og enda. Nú er tað sum grafitti-meistarin, Búgvi, Tórshavnar Banksy, hevur staðfest í parafrasuni yvir Nowhere Man hjá Beatles á Mimirshurðini: 'Nowhere Plans for Nobody' og so ein pílur uppeftir, kanska um hornið og niðan til Katolikkakirkjuna.



Eg fari beint níðan í nýggju katólsku kirkjuna, Mariukirkjuna, sum Árni Winther teknaði. Kirkjan varð vígd í 1987 og Sven Havsteen-Mikkelsen gjørdi litaða vindfangið, sum vísir til Opinberingina 12,1: 'Og stórt tekin kom til sjóndar á himni; kvinna klædd í sólini, og mánin var undir fótum hennara, og á høvdi hennara var krúna av tólv stjørnum.'



Henda kirkja, umvørvið og gøtan øll, er ein perla í Havnini. Ein javnvág millum gamalt og nýtt, skil og óskil. Og tað besta av listini hjá Tróndi Paturssyni sett í funktionellan hugvekjandi karm. Eitt akkerspunkt ovast í gøtuni, sum endar niðri á Jomfrubakken





Aftanfyri kirkjuna, inni í Plantasjuni, er ein fimti flokkur í Sankta Frants skúla á útferð. Tey stilla upp og vilja verða avmyndaði, tá eg fokuseri á standmyndina Tarira, sum Hans Paula Olsen gjørdi í ár 2000 til minnis um William Heinesen. Tey takka fyri at sleppa við á myndina. Fitt, eru tey.


Við ánna, í lagdini, har nýfloygdu pisurnar plaga at savnast hesa ársins tíð, er ein av standmyndunum hjá íslendsku listakvinnuni Steinunn Thórarinsdóttir sett. Spakin liggur og flagið er júst grivið omanav. Rustlitta standmyndin er ein av teim mongu, sum síggjast í fullari mansstødd í býnum, har onkrar eru silvurblankar, ið allar eru partar av Summarframsýningini í Norðurlandahúsinum.


Niðri á Vaglinum, aftanfyri kioskina hjá Astu, situr ein av eftirgjørdu silvurlittu figurunum hjá íslendsku listakvinnuni undir reyða trænum.


Í smoguni millum Eik og Tinghúsið standa tveir figurar í manshædd og skimast. Hvar er rúmið, hvar eri eg? Ein drongur kemur framvið og bankar á fremsta mannin, at vita um hann er veruligur. Nei, hann er úr jarni, sigur hann. Eins og bilarnir, sum Eikfólk og Tingfólk seta heilt inn í túnið, so illa ber til at taka eina mynd uttan at bilar koma uppá. Óhóskiligt í miðbýnum. Teir burdu verið sleipaðir burtur, hesir bilarnir millum Eik og Tinghúsið. Burtur við teimum.



Meðan aðrir bilar starta, angar av nýslignum grasi á Vaglinum, tí Halgar í Dali slær Tinghúsbøin meðan hann hoyrir Útvarpið.


Á Kongabrúnni stendur ein skyggjandi vøkur Harley Davidson meðan eigarin er til handils og bátarnir duffa á Eystaruvág.


Á Bursatanga skínur sólin niður á steinsettu túnini millum parkeringsplássini innanfyri Schengenøkið. Stuttligt at síggja gott handverk í góðum ljósi millum ferðandi fólk.


Ovast í Skansabrekkuni er nýggja húsið hjá PF Skansi Offshore, men mest áhugaverda er, at í túninum hava tey varðveitt gamla hjallin og húsini. Á træðnum undir takskegginum á hjallinum hanga turrur fiskur og turr grind, so turr at tey eru úr træi.



Her uppi í Skansbrekkuni sæst oman á húsatekjunar undir Ryggi, og longur niðri sæst lítla og tronga Ólavstova, ið stingur út millum bátarnar á Kongabrúnni, sum var tað stevnið á eini grønari skútu.



So fara vit niðan millum húsini undir Ryggi og síggja niðan á pallmyndina í søguni Tortilla Katt hjá Thomas Mikael Smith.


Í skeltiskógini ovast við Tinghúsvegin sæst nýggja skeltið og búmerkið hjá Fiskiveiðieftirlitinum Vørn. Hóast skeltið hjá Edwardi Fuglø er bæði hugtakandi og talandi, eri eg spentur at frætta, hvussu altjóða skipaferðslan fer at fata og handfara stavin Ø, tá neyðstøða er. Tað verður ein Vørn.


So leggi eg leiðina millum SMS og Meinigheitshúsið niðan á Hálsatjørn, har gæs, dunnur og sóljur liva teirra fríska lív. Ein gásarungi liggur millum tey gomlu og bítur so hugaligur grøna grasið ovast í Havn.



Eitt steinkast frá larmandi miðbýnum er friðsæla Hálsatjørn. SMS sæst hinumegin garðin, gæsnar og sóljurnar.


Millum trøini er ein gøta fram við afturlatna barnagarðinum Birkilund og niðan á Hoyvíksvegin


Í Hoyvíkstjørn eru steinar, ið frá summum vinklum kunnu síggjast sum Føroyar. Umframt dunnur eru fleiri likkur á Hoyvíkstjørn.


Við bakkan eru dunnur í altskys litum, og úti í tjørnini eru tær við ungum, sum dunnurnar royna at fjala í skugganum av hólmanum. Hetta er vørn.




Í tjørnini síggjast eisini síl, ið smíkja sær undan bakkanum, tá tú gongur framvið í sólini.


Her sita eisini fólk og eta køku, Store Marie til dømis, og tá uppi er, blaka tey pakkan í tjørnina. So liggur hann so fagurlittur og bleiktrar millum slíggið á botninum.


Fram við Hoyvíksvegnum eru greiðari litir, sum til dømis reyði brandhanin, grøna skrellispannin og bláa endurskinið við fótgangarafeltið. Blátt, reytt og grønt.


Eins klárur i litunum er pylsuvognurin millum dekkini á arbeiðsøkinum hjá Super Dekk Service, sum nú rópast First Stop. 'Heimsins bestu pylsur', sigur Arne á eins greiðum máli og litirnir.


Á bønum við Hoyvíksvegin spælir sólin í ullini á ærini, sum so trúføst stendur á biti, meðan hegnpelarnir og havsbrúgvin hómast aftanfyri, uttan at hon veit nakað um verðina og stjørnurnar.


Við vegamótið Fútalág-Hoyvíksvegur er húseigarin farin út um við pensli, máling og køksstóli at mála stoypta garðin hvitan í sólskininum.


Við næsta vegamót, Hoyvíksvegur-Stoffalág, er ein forvitnisligur steinur, sum er 120 ára gamal. Ein forsøga er í tíðarritinum "Landinspektøren" frá 1981, har Elvin Kejlsø, statsgeodetur, skrivar um Føroyar. Í drúgvu greinini ber til at lesa, at ofta eru tað onnur viðurskifti, ið elva til framburð á heilt øðrum økjum, í hesum føri at máta landið: “Som det så ofte sker, også nutildags, kan en ydre anledning pludselig gøre en sag varm. Sådan var det også tilfældet her. Etableringen af fyret på Nólsoy satte gang i sagen, og i 1893 gennemførtes den rekognoscering, der blev fulgt op af den egentlige opmåling fra 1895-98, Færøernes egentlige geodætiske opmåling. Ved de astronomiske målinger fik man i øvrigt udmærket assistance af lærer Traber ved realskolen i Tórshavn, der omtales som »en Mand med sjælden Interesse for og Forstand paa astronomiske Problemer, (der) selv jævnlig foretager Tidsbestemmelser og i Reglen temmelig nøje kjender Tiden« (M.J. Sand: Generalstabens Opmaaling af Færøerne. Geografisk Tidsskrift Bd. 14, 1898).


Á grønu túgvuni, har Stoffalág stingur seg út frá Hovíksvegi, hevur General Staben reist henda friðað steinin fyri 120 árum síðani, í 1893. Steinurin ger av, hvar Føroyar eru í heimsmyndini, sæð í mun til stjørnurnar. Í 1893 hava donsku landmátararnir bygt eitt hús yvir fixpunktið í Stoffalág, sum hevur verið observatorium fyri miðstøðu Føroya, og harvið berandi staðurin at siga, hvar Føroyar eru.


Ein bein longd, 281 metrar, varð eisini løgd frá mátistøðini í Stoffalág og út eftir Landavegnum, har sum SEV bygningurin er í dag. Restin eru so trianglar, sigur Stein Fossá, deildarleiðari á Umhvørvisstovuni í samrøðu í dag. Hann leggur afturat, at eftir nærri mátingar varð á sumri í 2005 sett ein pláta omanfyri Kaldbak at staðseta Føroya balanseraða miðdepil.


Og so var henda týsdagsferð í Tórshavn av. Ein rundferð við hugtakandi myndaevnum í einum býi, sum eins og restin av landinum, er hóttur av arkitektum, ið lata seg brúka av tilvildarligum býráðs- og havnanevndarlimum, sum uttan andstøðu hava nóg nógvar pengar at gera sum teimum lystir. Tá er gott at venda aftur til fastapunkt, sum einaferð vóru.