Skip to main content

Ársins grein?


Árið er hálvrunnið, kalendarin hjá Nema sigur, at 183 dagar eru farnir av tí Harrans ári 2013 og nú eru bara 182 eftir. Tað er Syftunsøka og nú hellir undan. Við síðuna av Dimmu, sum hevur 16 síður um sjónvarp og fótbólt, lesi eg mánadagsblaðið hjá Sosialinum afturvið morgunkaffinum. Tvey bløð, Dimma og Sosialurin, á sama marknaði sama dag. Sosialurin hevur gjørt avtalu við systkinini Dánjal, journalist, og Onnu Kathrinu Højgaard, fotograf, um reportasjur, sum í akkurát hesum føri leitar eftir fátækramarkinum við støði í dagsaktuellu søguni hjá Sólrun Durhuus, 32 ára gomul, støk við tveimum børnum og tímalønt í Bónus í Havn. Eitt gott toymið við góðum teksti og góðum pressumyndum. Ein mánadagssøga við sosialum broddi, so væl skrivað, at tað er ein fragd at lesa. Ikki minst, tá Sólrun verður spurd, hvat hon brúkar uppá seg sjálva. - Nei, eg gangi sum hundur í sama skinni, sigur hon. Hugvekjandi at lesa observantan tekst, sum situr undir hvørjum orði, og aldri gloymir dynamikkin í eini góðari samrøðu, ið er skrivað so livandi, at tað er, sum var eg sjálvur á staðnum, saman við fotografinum. Nú fyrra helvtin er liðin av árinum, er hetta besta grein, eg minnist meg hava lisið í einum føroyskum blaði. Meir av hasum. At virða lesaran, at virða brúkaran, at virða kundan. Og so at leita til handverkið, skriftina og myndirnar. Tað gera ov fáir miðlar í Føroyum í dag. Alt ov fáir. Takk, Sosialurin og Dánjal og Anna Kathrina!