Skip to main content

Braindrain

Huxaði tað altíð. Braindrain er ein verðulig hóttan fyri ikki bara land og fólk, men eisini bøkur og fisk, og nú eisini fyri fátækramarkið hjá teim vinstrahallu. Tað siga tey ungu í heimsins heimliga vilja, frælsisvónini Huxa, ið ikki eru abbabørn hjá Enver Hoxha, men spírandi føroysk ungmenni, alt meðan gurkurnar vaksa sum tánegl, niðureftir. Men hetta man vera mest niðurgrógvna herróp norðanfyri Albania: - Óneyðugt við fátækramarkinum! Ja, eg eri so púra samdur. Fátækramakrið er so óneyðugt, at eg haldi vit skulu elimera tað. Taka tað burtur, so tað als ikki er til í nakrari skipan og ikki rakar ein tann einasta føroying, førur ella ei. Kollektivt samhaldsfesti, tað er eitt mál fyri einoghvønn í Hoxha. Enver. At lyfta føroyingin upp og framm um øll vistrahall mørk. Enver. Um hann so er í brúnari skjúrtu og hevur nasjonalsymbol á vegginum. Enver. Framá, huxandi Føroyar!