Skip to main content

Eyðun á Lützenstrøð


Í morgin klokkan 16:00 letur Eyðun av Reyni (f.1951) upp framsýning í egnari starvsstovu á Lützenstrøð 13, har pápin, Ingálvur av Reyni (1920-2005), sjálvur málaði. Til og við mánadagin 22. juli fer Eyðun at sýna fram 22 nýggjar málningar.

Um Eyðun av Reyni, sigur íslendski listfrøðingurin Aðalsteinn Ingólfsson m.a. í bók um Eyðun:
Listamálarin Eyðun av Reyni ber eins og ein kringur dansari eina andaverð við sær. Tá ið hann málar fyrstu strokini á løriftið, veit hann av sær sjálvum (...) at rútman, sum hann gevur seg undir, ber hann at enda út á eggina á einum vatnrættum býti, ið verður kallað miðdepil. Hesin miðdepil er ofta í skundi málaður við breiðum pensli gráur ella svartur, so at hann líkist einum svørtum holi ella einum veðurbardum veggi, sum gerst tann veruligi snúningsdepilin, verkini hjá Eyðuni snúgva seg um. Alt hitt í málninginum skipar seg rundan um henda miðdepil, soleiðis at økið niðanfyri brátt umskiftist til eina rokuta forgrund, sum er gjørd liðug við øgiligum slettum og skvettum av ljósum litum, ið fara hurl um burl tvørtur um løriftið, meðan økið omanfyri er bygt upp við meiri frælsi, altíð við einari samanseting av loddrøttum og vatnrøttum litblokkum.
Myndirnar omanfyri og niðanfyri tók eg í somu hølum á Lützenstrøð á ólavsøku í fjør. Á niðaru myndini fekk eg Eyðun at seta seg við krosskastaðum beinum á søguliga gráa og tó litfagra gólvið í starvsstovuni hjá pápanum. Hugtakandi.