Skip to main content

Festivaltíð, stavað við G!


So eru nýggj uppsløg í býnum. Tey eru greið og eintýðug og boða frá at ársins G! Festivalur byrjar hósdagin 18. juli og endar leygardagin 20. juli.

Fyrsti G! Festivalur var hildin í Götu, stavað við Gøtu-ø, í 2002, árið eftir fyrstu Listastevnu Føroya, sum Norðurlandahúsið skipaði fyri úti um alt landið. Á heimasíðuni hjá festivalinum verður sagt, at:
G! Festival var Föroya fyrsti veruligi uttandura tónleika-festivalur. Okkara mál er at broyta fortreytirnar fyri at fáast við tónleik í Föroyum og hvussu föroyingar fyrihalda seg til tónleik, tónleikatiltök og tónleikaligt virksemi til tað betra.
Í kvøld hækkar prísurin á vikuskiftispassum, so nú er seinasta frest at halda seg til tað betra, at spara tveyhundrað krónur í mun til prísin við dyrnar.

G! Festivalurin man teljast millum Føroya fyndugastu vørumerki, brands, serliga tá bókstavurin ö verður brúktur uttan íhald.

Í nevndini fyri G! Festivalin eru Sigvör Laksá, sum er forkvinna, Hans Jákup Mikkelsen, sum er næstformaður, og nevndarlimirnir Oluffa Joensen, Theodor Kapnas og Jón Tyril.

Myndin omanfyri er tikin við bussskýlið í Fútalag í Havn í morgun.