Skip to main content

Heimurin fyri tær opin


Tvey kilo vigar heimurin, sum mín góði starvsfelagi, Árni Jacobsen samskipari, ber mær inn á borðið í dag. Tað sæst á vektini niðanfyri, har Romeo og Julia liggja týdd undir borðinum. Árni hevur margfaldað, xeroxed sum tey siga á enskum, føroyska forleggið til útgávuna, Heimurin - atlas til heim og skúla, sum Gramar hava gjørt prentklárt við støði í enska skúlaatlassinum Student World Atlas.


Í dag skrivar Nám á heimasíðuni, at nógv umrødda atlasið fyri fyrstu ferð er savnað, so til ber at blaða í tí og at gera samanberingar. Sagt verður, at hóast mong hava eina meining um nýggja atlasið, hevur eingin sæð tað, uttan Málráðið. Men frá í dag er høvi at síggja ávegis útgávuna, sum fyrstu ferð er savnað. Nám sigur, at hóast summarfrí, ber til at koma inn á gólvið og blaða í útgávuni og á henda hátt kunna seg um landafrøðilig heiti og fyribrigdi í atlasinum. Tilboðið stendur eisini við tá summarfrítíðin er av og skúlagongdin byrjar aftur.



So eg sigi bara sum Jens Pauli á sinni: Lýsir nú fyri tær heimurin.