Skip to main content

Hús, skip og hav


Tað er sum eg hoyri Havið sang yvir mær vøgguljóð, tá eg av skrivstovuni í morgun síggi tríggjar menn á tekjuni við Breiðablik í Stoffalág í Havn, meðan tríggir reefers rulla á vágni. Ikki av tí slagnum, sum Bob Marley brúkti, men farmaskip við turrlast, kulda og kranum, og eitt av trimum sæst her liggja í Nólsoyarfirði og bíða eftir fongi. Næsta ár verður sangurin hjá Jákupi Dahl hundraðogtíggju ára gamal. Hann stóð fyrstu ferð á prenti í Tingakrossi í 1904. Men enn er havið tað sama og eins vítt um at fara, hóast landafrøðilig sambond og knýti eru munandi broytt. Í dag er einki skip eintýðugt og neyvan ber til at tosa um ein Aberdeen schooner einans. Í dag er alt sett saman eins og plátur á tekjuni. Aftanfyri arbeiðsmenninar sæst norski Bahamabáturin Green Tromsø hjá Green Reefers við skrivstovum í Bergen, Gdynia, Kaliningrad og Antwerpen. Teimum á baki eru Green Freezer og Novaya Zemlya og Green Karmøy á Kollafirði, sigur fjarritandi farritið Ship Finder á snildfonini. Ein snild app, púra uttan gjald, beint í lumman. Hóast grasið er grønt og luftin er grá, so er havið enn vítt um at fara. Eisini hjá makrelinum, sum enn er púra appaleysur. Og lukkutíð hjá summum fyri tað.