Skip to main content

Matthew vitjar aftur


Á fimta sinni er amerikanski Matthew Workman aftur á vitjan í Føroyum. Hann er úr Oregon, har hann rekur The Faroe Islands Podcast við enskum frásagnum um Føroyar. Nýggjasta sending, sum er um ólavsøku, er nummar 180 í røðini. Í næstnýggjastu sendingini tosar Matthew við Jón Tyril um G! Festivalin, Johannes Patursson um bóndagarðin í Kirkjubø og fyrr hevur hann tosað við amerikanaran Joel Cole, sum býr í Føroyum, og við Jennifer Henke, sum helvt um helvt býr í San Francisco og í Fuglafirði. Umvegis Seattle, Keflavík og Reykjavík kom Matthew Workman til Føroya mikudagin. Í kvøld koma hann á gátt til døgurð og eg nýtti høvið at avmynda amerikanska ferðamannin framman fyri málninginum Útsýni (2006) hjá Torbirni Olsen. Útsýnið er av Vestaruvág og inn í Vágsbotn. Prátað varð langt og leingi um felags áhugamál hjá forvitnum amerikanarum og føroyingum. Serliga áhugaður er Matthew at fylgja við í, hvussu tað fer at ganga við teimum báðum tíðindaportalunum, sum eru farnir í nýggja kapping, Info og Portalurin. Fleiri samrøður eru komnar í kassan og í komandi viku fer hann á G! Festival og so heim aftur fyri ólavsøku. Tað er stuttligt at kenna Matthew og at læra týdningin av millumtjóða samstarvi frá smálutum til stór almenn evni, sum ikki eru so ymisk í Oregon og í Føroyum. Framhaldandi góða ferð!