Skip to main content

Ólavur og heimurin


Mikukvøldið ringdi Ólavur Hátún til mín og var púra forfardur av prátinum, sum akkurát hevði verið í Útvarpinum um atlasið og Málráðið, tí systurdóttirin, sum situr í Ráðnum, visti einki um nøvn og atlas.

Nú síggi eg, at Ólavur vil kunna almenningin um samrøðuna okkara millum. Tað er í fínasta lagi, tí mín ætlan við at seta nýggja heimsatlasið hjá Námi í eina heild fyri fyrstu ferð, er júst hin sama. At kunna almenningin.

Beinleiðis orsøkin er, at politikarar hava ført fram og útgreinað ymisk viðurskifti, sum tey ikki hava úr nevnda atlasi, tí tey hava ikki sæð tað og hava ikki verið á gátt hjá útgevaranum. Dagsskráin er ikki faktuell, men forførandi. Hvønn vegin veit eg ikki, tí hon er ikki av hesari verð og kann tí ikki verða máld í nakrari landafrøðiligari niðurfelling.

Tað gav at bíta, tá formaðurin í mentanarnevnd Føroya Løgtings, í tveimum umførum setti samgongufelaganum, landstýrismanninum við mentamálum, so nógvar spurningar um hetta sama atlas, sum hann aldri hevði sæð, at øll, ið fingust við útgávuna øtaðust, tí tey vistu sum var, at spyrjarin aldri hevði verið á gátt, hóast hann politiskt varar av allari skúlabókagerð og mentanarframleiðslu í landinum.

Hinvegin hevur landstýrismaðurin, ið varð noyddur at svara alment, alla tíðina hildið seg kunnaðan um málið og spurt seg fyri, var okkurt ivamál. Soleiðis arbeiðir ein politikari, ið ikki hevur fjaldar dagsskráir. So kunnu vit vera samd ella ikki í førda politikkinum.

Ólavur hevur altíð verið millum fremstu ítøkiligu mentanararbeiðarar, vit eiga. Tað haldi eg enn. Mítt grundsjónarmið fyri einum góðum mentanararbeiðara er viljin til at lyfta viðurskifti fram í ljósið. Tað gert tú fyrimyndarliga, góði Ólavur. Takk fyri tað!

Vinaliga
Birgir