31.7.13

Sjónvarpssvimjing

Svimjing er viktig, ja av allarstørsta týdningi. Tað sæst á Heimasíðuni og í Sjónvarpsskránni hjá almenna Kringvarpinum í dag. Eisini Útvarpið hjá Kringvarpinum hevur í dag nevnt hesu stórhending, sum sent verður frá. Og svimjing er av týdningi, tá man býr í oyggjalandi umgyrdur av havi. Tað er so vist og sætt. Men redaktionella hugsanin um annað enn menniskjansliga svimjing, veit ikki um man skal tora at siga mannasvimjing, er við skerdan lut. Har er eingin Dagur & Vika ella onnur sjónvarpssending, sum okkara vegna er á føroyskum varðhaldi, tá tað snýr seg um sild og makrel, sum svimur inn og út úr føroyskum sjógvi og skapar okkum ivasamar medsvimjarar ytst á donsku høgrugeil, uttan at nakað forstáiligt hoyrist føroysku megin svimjimarkið. Veit ikki um tað er spei, men Kringvarpið sendir í kvøld fjórða part av Tíðindadeildini, har skráin sigur, at "Í eini nýggjársveitslu gevur Will eini blaðkvinnu á einum sleygiblaði eina moralska skortfleingju. Morgunin eftir lesur hann ósannindi um seg í eini avís. Og tað er ikki síðstu ferð." Onkuntíð kann verða ringt at taka almennu kringvarpsskránna í álvara. Ikki minst ein dag sum í dag, tá alt Evropeiska Samveldið er eftir okkum, og Dagur & Vika framhaldandi er í feriu. Einasta kunning um dagsins stórmál eru Facebook dagføringar hjá Sjúrði Skaale. Kanska skuldi føroyska fatanin av Public Service verðið endurskoðað.