Skip to main content

Tá ið tokan lættir av


Tá ið tokan lættir av var ein av vælumtóktu sangunum av teimum báðum EP plátunum, ein reyð og ein blá, hjá Sangbrøðrum, sum plátufelagið Hymnofon gav út í Havn fyri meir enn fjøruti árum síðani. Victor Danielsen týddi tekstin hjá Annie Herbret Barker og lagið átti Ira D. Sankey. Onkrar grádagar er einasta troyst at leita í gamla plátusavnið og gera sum Rob Fleming, høvuðspersónurin í Londonsøguni High Fidelity hjá Nick Hornby frá 1995, sum seinni varð gjørd til film, har øll tilveran verður gjørd upp í plátum. Tokuna hava vit í hvussu er til felags í dag, London og Havnin.


Og meðan vit eru í klassiska singleplátu savninum, lat okum so við sama útsýni taka tvær signeraðar við Summarfestivalaktuella Kim Larsen frá 1971. Hin allar fyrsta við Gasolin', tá teir sungu á enskum, og ein við bólkinum Larsen & Co.


Og at enda er útsýnið til nýggja Kampingplássið úti við Strond sett í perspektiv við coca cola reklamuni hjá Bobby Goldsboro frá 1974 Hello Summertime. Góða ólavsøku!