Skip to main content

Úr regni í sól


Úr føroyskum morgunregni flugu vit í dag við Atlantsflogi suður um Alpurnar og beint til Malpensaflogvøllin, hin størsta í italska fíggjarhøvuðsstaðnum, Milano, har norðuri í Lombardia.


Omafyri er B+W polaroid filtur brúkt, meðan niðara myndin er púra filturleys yvir stórbýnum Milano.


Vit taka tokið frá flogvøllinum til jarnbreytarmiðstøðina í Milano og so ein hýruvogn til húsini, vit hava leigað í eina viku fyri 160 krónur um dagin fyri hvønn. Í túninum síggjast ikki bara milanesarar, men eisini jødar og ein Vespa.


Støðið, ella komforturin, endurspeglast í bíliga prísinum. Men umhvørvið er sum ein bygd mitt í býnum. Tað hevur eisini ein prís.



 Og her eru húsini, har vit gista hesa vikuni mitt í Milano.