Skip to main content

Summarfrí


So er summarfrí. Frí frá atlas og arbeiði. Fram til dagin í dag er arbeiðsheimurin savnaður á pappíri, og liggur nú opin fyri øllum ókomnum villum og døgum, sum standa fyri framman. Tað er so púra vist og satt. Men redaktionelt er endamálið altíð at minka um flestu teirra, villurnar altso. Nú er so tilfarið savnað og dagført. Og dagført merkir à jour, at føra til dags, sum eisini merkir, at í morgin er tað ikki longur dagført. Fleiri dagar ganga, longur fer alt av leið. Og tí hava vit lukkutíð evstamark, deadline. Meðan mín góði samstarvsfelagi, Pól Jespersen, tók myndina omanfyri, so kom eg í tankar um Erlend Patursson, sum einaferð segði, at besti samstarvsfelagi á skrivstovuni oftast var skrellispannin. Og soleiðis sá hon út í dag. Fylt av verðini, burturkastaðari verð.


Inni í Glasstovuni hjálpti Jógvan at leggja øll ørkini í verðini í rætta røð. Og sum sæst á niðaru myndini er øll verðin púra blonk og hvít á baksíðuni. Óskrivað bløð, øll somul.



Nú er so seinasti arbeiðsdagur á skrivstovuni lokin á hesum sinni, og summarfrítíðin stendur fyri durum. Í ár er Italia farleiðin, og mest sum tað besta av tí mesta, sum italskt er, italianissimo, fer í nakrar dagar at verða gerandiskjarnin. Buon Viaggio!