Skip to main content

Makrelur úr køksvindeyganum


Úr køksvindeyganum í dag sást ein stór makreltorva, kanska eini 50 tons, helst blanda við brislingi, sum fuglurin skjeyt seg eftir, dygst við land út fyri gamla Bukkevald yviri við Strond í Havn. Makrelurin er feitur og stórur hesa ársins tíð, vigar kanska væl meir enn 600 gram, sigur Ivan, ið er kønur í makreli, hvussu hann ferðast á fjørðinum og hvat hann dregur til sín. Eitt rættuligt makrelvað klos í klettin í okkara sjógvi.



Í bókini Fiskar undir Føroyum (Nám 2007) verður sagt soleiðis um Makrelin (Scomber scombrus):

Stødd: Makrelur verður upp í umleið 66 cm, vanlig longd 30-40 cm.

Dýpi: Hann er mest uppi í sjónum, gongur oftast í torvum. Um veturin er hann við botnin á 200-250 m dýpi.

Litur: Bláligt yvirbrá um bakið. Umleið 30- 35 myrkt bláligar, næstan svartar, tvørrípur eru allan vegin aftur eftir bakinum. Ljósari bláligt ella grønligt er millum rípurnar. Blankur um síðurnar við einum farra av purpurliti. Undir búkinum er hann hvítur.

Lýsing: Tjúkkastur er hann um miðjuna, verður spískari út í endarnar. Hann hevur stuttar uggafjaðrar og stuttar búkfjaðrar. Hann hevur tvær rættiligar ryggfjaðrar, tann fremra er tríhyrnt, og fremri endi hennara er fremri enn aftari endi á búkfjaðrunum. Hin aftara er meira ferhyrnt, og fremri endi hennara er beint uppi yvir gotinum. Hann hevur fimm smáfjaðrar aftast á sporlinum, bæði undir og á.

Eyðkenni: Tær smáu fjaðrarnar aftast. Rípurnar á bakinum.

Týdningur: Makrelur verður nógv fiskaður, bæði til matna og ídnað.

Heiti: da: Makrel, en: Mackerel, fr: Maquereau commun, ís: Makríll, no: Makrell, tý: Makrele.

Útbreiðsla: Um summarið er hann víða um í føroyskum sjógvi. Hann sløðist til Íslands, Svalbarðs, Murmansk og inn í Eystarasalt. Hann er annars í Norðsjónum, runt Bretsku Oyggjarnar og suður til Marokko. Í Miðjarðarhavinum og Svartahavinum. Í vestara Atlantshavinum er hann frá Labrador til Cape Cod.