Skip to main content

Skálatrøð verður nýggi miðdepilin í Havnini


Spurdur, um nakrar greiðar ábendingar eru um staðseting av einum nýggjum føroyskum tjóðleikhúsi, vísur formaðurin Bjarni Wilhelm, deildarstjóri á Vitanardeildini í Mentamálaráðnum, á økið við Skálatrøð í Havn. Hann sigur, at tað hevur áður verið eitt ávíst samskifti millum Mentamálaráðið og Tórshavnar Kommunu um eitt hóskandi stað til eitt Tjóðleikhús, og har hevur Skálatrøð verið nevnt. - Okkara arbeiðssetningur sigur, at loysnin skal verða eitt glæsiligt býarmerki fyri høvuðsstaðin. Bjarni sæst omanfyri í hvítari skjúrtu. Við hansara høgru lið er Jóhan Petur Hentze, trivnaðarstjóri í Tórshavnar kommunu. Við í nevndini er eisini Mikael Viderø, fyrrverandi býararkitekur í Havn, so knýtið til Havnina er greitt. Spurdur um hvat tað merkir, tá nývalda nevndin í tíðindaskrivi sigur, at "eitt av høvuðsendamálinum er at gera umstøðurnar hjá yrkisleiklistini tíðarhóskandi", sigur formaðurin, at hetta ber ikki til at svara longu nú, men hetta fer byggiskráin at svara, tá ið hon er liðug.


Loftmyndina omanfyri eigur Kortal.fo. Hon er tikin úr flogfari yvir Skálatrøð í 2009, tá Havnin fylti hundrað og skipaði fyri mongum tiltøkum júst á hesum sentral øki. Á loftmyndini sæst skilliga, hvussu stóran part Skálatrøð eigur í Havnini. Síðani aldarskiftið hevur økið verið frammi í meir og minni luftigum ætlanum, frá parkeringsplássi til flótandi hotell, musikkskúla, mentanarøki og eldraíbúðir. Í 2006 fær borgarstjórin, Heðin Mortensen, donsku teknistovuna Bjerg Arkitektur at gera uppskot um framtíðarætlanir á Skálatrøð.


Í 2009 varð ólavsøkan flutt úr tronga og litið hugnaliga Kommunuskúlagarðinum og oman á Skálatrøð. Seinni gera Steinprent og fabrikkin hjá Öström seg galdand á sama øki, og Google Maps vinnur fólksligan frama og fær mong at hefta myndir á ymsu støðini við nýggju opnu vágna á Skálatrøð í Havn.


Í januar 2012 hevur virkni og visionéri borgarstjórin í Føroya fremstu kommunu, Heðin Mortensen, aftur ætlanir frammi um Skálatrøð. Á Facebook kunngerð hann hesa greiðu mynd:


Í mai 2012 løgdu Hans Mortensen, stjóri í SMS, og arkitektarnir Gunnar Hoydal, Ósbjørn Jacobsen og Metta Skjold fram eina sjáldsama spennandi ætlan fyri miðbýin í Havn, innanfyri Stóragarð, sum tikið varð til. Henda strikumynd úr bóklinginum, sum fæst ókeypis hjá Öström, sýnir nýggju Skálatrøð.


Einki er at ivast í, at flest allar ætlanir, sum í framtíðini bera á trivnaðarbógvin og samstundis vilja læta upp fyri deyða miðbýnum í Havn, eru allar miðsavnaðar á Skálatrøð. Nú er at halda høvdið kalt og hjartað heitt, so henda perla í heimsins komandi besta miðbýi ikki fær somu lagnu sum í Perlusøguni hjá Steinbeck. Livst, so spyrst.