Skip to main content

Tunfiskur í Vágsbotni


Nógv fólk var í Vágsbotni í morgun, har Hans Marius í Byrgi, stjóri í Sjógæti, skar upp ein norðuratlantiskan tunfisk, north atlantic bluefinned tuna, sum partrolararnir Stelkur og Heykur høvdu fingið, tá teir royndu eftir makreli. Tunfiskurin, sum vág 120 kilo, var ein av fleiri, sum komu í trolið. Eg fekk ein smakkbita, sum var mjúkur og mildur við góðum ráka, nakað sum turt tvøst, ið ikki er nær í námindi av at vera turt, ella roastbiff, sum er bleytur og reyður. Eisini hómaðist ein feril av turrum lambskjøti, sum enn ikki var turt. Men tað var kanska umhvørvið, sum elvdi til júst tann smakkin.


Tað var Bergljót Debes Hentze í Morgunsendingin hjá Útvarpinum, sum kring alt landið hevði varpað ljós á henda fyrsta tunfiskin, sum varð skorin upp í Vágsbotni og seldur fyri hundrað krónur kilo.


Uppmøtingin vitnaði um, at enn lurta nógv fólk eftir Útvarpinum, í hvussu er um morgunin. Hugaligt at uppliva undir gomlu Útvarpshúsunum á Bryggjubakka.

Bókin Fiskar undir Føroyum (Rógvi Mouritsen, Nám 2007) sigur soleiðis um tunfisk, sum er av makrelættini (Thunnus thynnus, eftir Linné í 1758):

Stødd: Tunfiskur er ein av heimsins størstu beinfiskum, hann verður upp í góðar 450 cm langur og vigar upp ímóti 700 kg. Vanlig longd er upp í 200 cm.

Dýpi: Hann er uppsjóvarfiskur, úr vatnskorpuni niður á góðar 100 metra dýpi, møguliga væl djúpari.

Litur: Undir búkinum og um liðirnar er hann silvurhvítur við litleysum tvørstrikum skiftandi við litleysar blettir. Serliga eldri fiskar hava hesar blettirnar. Tað litleysa fyribrigdið sæst best á nýveiddum fiski. Fremra ryggfjøður er gullig ella blálig. Tann aftara er reyðbrún. Gotfjaðrarnar eru dimt gulligar við svartari rond. ’Kjølarnir’ á klingruni eru svartir á vaksnum fiski og hálvgjøgnumskygdir á ungfiski.

Lýsing: Tunfiskur er spískur í báðum endum og tjúkkastur um fremru ryggfjøður, í tvørskurð er hann næstan rundur. Fremra helvt av kroppinum er sett við beinkendari roðslu, sum bæði á bakinum og á síðunum kemur aftur um uggafjaðrarnar. Aftara helvt er sett við smáum roðslum. Gotfjøðurin er umleið somu stødd sum aftara ryggfjøður. Uggafjaðrarnar eru styttri enn 80% av høvuðlongdini. Hann hevur tvær ryggfjaðrar, tann fremra er hægst framman og lækkar aftureftir. Hin aftara er styttri, høg og tríkantað. Uggafjøðurin røkkur ikki aftur um 12. teinin á fremru ryggfjøður. Hann hevur ’kjøl’ hvørjumegin á klingruni og eitt sindur fram á sporlið. Fremsta táknabein hevur 34-43 táknatindar (inni í boganum).

Eyðkenni: Stuttu fjaðrarnar. Uggafjaðrarnar røkka minni enn so til gloppið millum ryggfjaðrarnar.

Týdningur: Virðismikil fiskur, verður nógv veiddur allastaðni. Í føroyskum sjógvi hevur eisini nakað verið veitt av tunfiski.

Heiti á øðrum málum: danskt: Tun, enskt: Bluefin tuna, franskt: Thon, íslendskt: Túnfiskur, norskt: Tunnin – Makrellstørje, týskt: Thunfisch

Útbreiðsla: Tunfiskur er í føroyskum sjógvi um heystið. Er annars í Kattegat, við Norðurnoreg og undir Íslandi, til Móritania og Kanariuoyggjarnar. Hann er í vestara parti av Miðjarðarhavinum. Vestanfyri frá Labrador, í Meksikoflógvanum og Karibia til Venesuela og Brasil. Eitt undirslag er í Kyrrahavinum.