Skip to main content

Føroyskar lýsingar fanga tíðarandan


Í kvøld bjóðaði Ingi Rasmussen vegna Háskúlan og Fróðskaparfelagið einum fullsettum lofti á Føroyamálsdeildini á Debesartrøð vælkomnum til fyrilestur. Eiler Fagraklett, lýsingarserfrøðingur, marknaðarfólk í TF Holding og formaður í Felagnum Føroysk Marknaðarfólk, helt fyrilestur undir heitinum Føroyskar lýsingar fanga tíðarandan. Eiler er útbúgvin innan Advertising & Marketing á Lancaster University, og hevur arbeiðsroyndir frá J. Walter Thompson, SMS, Gallup Føroyar, Hús & Heim, Dimmalætting, Vinnuvitan og Vikublaðnum.

Undan fundinum var sagt, at "Einki fangar tíðarandan í einum samfelag betur enn lýsingar. Vilt tú læra eitt nýtt land ella eitt nýtt samfelag skjótt at kenna, hygg so at lokalu lýsingunum, og tú verður skjótt klókari. Hvat siga so gamlar føroyskar lýsingar um, hvussu okkara hugburður, lívsstílur, brúkaravanar og samfelagsnormar eru broyttir síðstu øldina?"

Allar lýsingar, sum Eiler brúkti og vísti á veggin, høvdu verið alment frammi í Føroyum, serliga í Dimmalætting, men eisini í øðrum føroyskum bløðum og bókum.

Søguliga staðfesti Eiler, at tað eru prentsmiðjurnar og bløðini, ið hava skapt flestu føroysku lýsingarnar tann størsta partin av tjúgindu øld. Nógvar lýsingar hava verða umsetar úr útlendskum tilfari. Millum varðarnar á føroysku lýsingaleiðini vóru, at Ingvør Nolsøe stovnaði fyrstu lýsingarstovuna í 1976 og at Ingi Joensen stovnaði grafiska stovu stutt eftir. Í 1977 stovnaði nýggja SMS eina slóðbrótandi marknaðardeild, Faroe Seafood fekk sær marknaðardeild og Team 85 varð stovnað. Síðani gekk Eiler gjøgnum eitt úrval av lýsingum, har munurin á manni og kvinnu, og teirra ymsu leiklutum, varð settur í fokus.



Meðan kvinnan var ein elegant Marilyn Monroe, varð ótilgjørdi maðurin tikin beint úr gerandisdegnum, eisini við ølbúki, sum Rasmus niðanfyri.



Sum frálíður kámast kynsleiklutirnir, kanska eisini tí at fleiri konufólk fara at arbeiða innan lýsingavinnuna.



Millum tær mest sjáldsamu lýsingarnar í føroysku søguni, vísti Eilar á eina røð av heilsíðulýsingum við nógvum søguligum læruteksti frá Føroya Banka í 1967, har bankin átekur sær at verða fólksins fremsti uppfostrandi skúli, lærari og søgusigari alt um eina leið. Hvør hevur gjørt lýsingarnar er ikki greitt, men púra greitt er, at Bankin er so sterkur um hetta mundi, at hann fatar seg sjálvan sum fremsta fólkaupplýsingastovn í landinum.


Millum lýsingarnar við fyrimyndum, valdi Eiler snøggu lýsingina við Ova Joensen úr Nólsoy, sum klæðir seg í HCA klædning. Ove var um somu tíð brúktur til mong endamál í føroysku lýsingaverðini.


Millum tær fyndigu lýsingarnar valdi Eiler fyrst og fremst tær, sum vóru snøgt orðaðar, millum annað við bókstavarími. Teirra millum vóru Volvo og H.N.J.Bókahandil.



Eiler eftirlýsti stóra broadsheet formatið í lýsingaverðini, og at SMS kom aftur til lýsingar, sum nógv var gjørt burturur og sum vóru gjørdar við eyðsýndum kærleika, sum hann tók til.


Og hví ikki taka hesu lýsingina fram aftur og gera eina spin off effekt á YouTube, spurdi Eiler undir lívligu framløguni...


Ein stak undirhaldandi og informativur fyrilestur var at enda komin. Takk fyri Eiler!