Skip to main content

Eina norðuratlantiska tíðindastovu

Tine Pars. Foto: Leiff Josefsen

Ein nýggj netborin tíðindastova í Noraøkinum við journalistum úr øllum Noralondunum eigur at verða sett á stovn. Tað sigur Tine Pars, omanfyri, úr eini sonevndari tankasmiðju, har Føroyar eru umboðar. Sagt verður í einum nýggjum riti, at norðuratlantiska tíðindatænastan eigur at hava eina fasta redaksjón og adressu í økinum. Hon skal standa fyri einum dagligum streymi av tíðindum, ið eru dagføringar úr øllum tí norðuratlantiska og arktiska økinum. Tey evnisøki, ið verða nevnd, eru vinnulív, politikkur og innovasjón. Sagt verður, at dagførandi tíðindini eiga at geva eina mynd av tí fjølbroytni, sum er í økinum, og at varpa eitt nágreint ljós á felags evni og at lýsa menningina í norði. Júst somu orð fullu mær í lut at siga fyri tíggju árum síðani, tá norðuratlantisk ráðstevna var í Hetlandi og framsýningin Veiðimentan í útnorðuri varð latin upp. Undir yvirskriftini Promoting cultural links across the North Atlantic fullu ensku orðini soleiðis:
The realisation of a North Atlantic news agency would be a challenge for this conference and its participants. Ironically, the first letters NA in both North Atlantic and in news agency, often are used for telling that information is not available, N/A. So let us bear this in mind meeting the future: information about the North Atlantic, and especially hunting, must be available. (2003)
Norðuratlantiska Tankasmiðjan varð sett á stovn í 2011. Hon skal geva Nora hugskot um mál og evni, sum kunnu takast upp í almenna orðaskiftinum í samstarvslondunum. Tankasmiðjan byggir á frágreiðingini frá OECD ”Territorial Review of the NORA region: The Faroe Islands, Greenland, Iceland and Coastal Norway”. Átta fólk, tvey úr hvørjum landi, ið hava heitið ”fríteinkjarar” eru í smiðjuni. Tey umboða ikki teir felagsskapir, sum tey vanliga verða sett í samband við, heldur ikki almennu sjónarmiðini ella politisku linjuna hjá Nora, men geva sítt íkast soleiðis, sum teirra egna orka er til. Limirnir eru:

Tine Pars, rektari á Lærda Háskúlanum í Grønlandi, Henrik Leth, stýrisformaður í Polar Seafood í Grønlandi, Halla Helgadóttir, stjóri í Hönnunarmiðstöð Íslands, Karl Benediktsson, professari á Lærda Háskúlanum í Íslandi, Frank Aarebrot, professari á Lærda Háskúlanum í Bergen, Arne O. Holm, ráðgevi, Lærdi Háskúlin í Nordland, Hermann Oskarsson, granskari, Fróðskaparsetur Føroya og Sonja Jógvansdóttir, samskipari, Samtak í Føroyum.

Nora er ein millumtjóða nevnd undir marknaðpolitiska samstarvinum undir Norðurlendska Ráðharraráðnum, ið fevnir um Grønland, Ísland, Føroyar og Strandanoreg, ið er tey níggju norsku strandafylkini, frá Finnmark fyri norðan til Rogaland fyri sunnan. Høvuðsskrivstovan hjá Nora er í Havn.