Skip to main content

Sorg og gleði


Í kvøld varð tólvti spælifilmur hjá Nils Malmros (f.1944), Sorg og glæde, frumsýndur í Havnar Bio. Umframt at vera útbúgvin lækni í 1988, er Malmros eyðkendur auteur, sum ikki bara leikstjórnar, men altíð eisini skrivar handritið. Søguna um Barbu (1997) fann hann tó hjá Jørgen-Frantz Jacobsen. Hóast allir filmar hjá Malmros hava nógvar persónligir tilsipingar, er Sorg og glæde tann mest persónligi, ja næstan privati. Í løtum, tá leikararnir eru eins sannførandi og turrisliga pallsetingin, fái eg eina fatan av filminum sum heimildarleikur, so beint fram er søgan og so lágmælt eru tey bæði, Jacob Cedergren (Johannes) og Helle Fagralid (Signe), sum eru Nils Malmros og Marianne Tromholt. So vandin, eg veit at Malmros er, fari eg uttan at hugsa um tað, at rokna út súmbolikkin í nøvnunum, hann hevur givið høvusleikarunum. Eg lendi á hesi bókstavalíkning: Hetta er seinasti filmur, verður tikið upp í saman. Seinasti stavur í báðum nøvnunum Nils og Marianne er S og E, seinastu stavir í fiktivu nøvnunum, Johannes og Signe, eru somuleiðis S og E, sum tilsamans er okkara innbjóðing til tað privatasta hjá danska húskinum, ið umboðar kjarnuna í filmi og latenta lyndið hjá einum voyeur – Se, kom og se. Myndin niðanfyri er úr Billed Bladet og vísir Nils Malmros og Marianne Tromholt í Rom, har Sorg og glæde fyrstu ferð varð sýndur uttanfyri Danmark.


Sorg og glæde byrjar og endar á sama stað í Aabyhøj í Aarhus. Tað er kavi, ein parkeraður Saab stendur vinstrumegin og ein ljósabláur Citroen tøffar avstað. Tað er Johannes (Nils) í grønari ulpu, sum í 1984 skal halda fyrilestur á Ejby Ungdomsskole á Fyn. Signe (Marianne), sum er lærari, er illa fyri og fær ein psykosu, ið elvur til at hon tekur lívið av níggju mánar gomlu dóttrini, Anne. So er eitt intenst millumspæl við løgreglu, sálarfrøðingi, dómara, familju og arbeiðsplássi. - Eg kundu havt gjørt tað sama, sigur Johannes, tá hann eina náttina missur babyliftina í trappunum. So fáa vit innlit í samtíðar filmsgerð við upptøkum til Kundskabens træ (1981) og Skønheden og Udyret (1983). Signe fær ein lagaligan dóm, við teirri grundgeving, at so nógvar góðar kreftir stóðu uttan um hana. Og júst hesin setningur, at so nógvar góðar kreftir stóðu uttan um hana, haldi eg vera fokus og miðdepil í filminum. Signe vil hava Johannes at gera film um tað, ið hent er, men tað heldur Johannes seg ikki til. Allíkavæl ger hann filmin, hendan, sum vit nú síggja. Og sum vant sigur leikstjórin, at hetta er hin seinasti. Aftur við tónleikinum í endanum gongur upp fyri mær, at hetta er í grundini sama søgan, sum Lars von Trier segði í Antichrist (2009) um foreldrini, ið missa sonin, og so um sorgina, tey ætla at lekja í skógini. Og eftir loknan film vil eg siga at filmarnir, kanska serliga hesin nýggjari og greiðari hjá Malmros, eigur at vera lívgandi og vegleiðandi filmur fyri áskoðarar, sum hava verið frá sær sjálvum, heilt har úti, ið krákurnar venda, men enn klára at síggja dagin í eyguni. - Se, sum eg havi fingið uppá hjernan at siga. - Se, Signe og Johannes!


Tá Nils Malmros, sum hevur vunnið tríggjar Bodilvirðislønir, fyrstu ferð var í Føroyum at kanna umstøðurnar, innan hann fór undir filmin um Barbu, bjóðaðu Eirikur Lindenskov og Ingun Schiller til døgurða í Nýggjastovu, sum er av elstu húsum í Havn, helst bygd fyri ár 1600. Tey vóru bæði í Havnar Bio í kvøld. Kring gamla borðið í Nýggjastovu eru Nils Malmros, Hallstein Sigurðsson, formaður í Norrøna Felagnum og eg sjálvur, sum tá var skrivari í felagnum. Per á Hædd tók myndirnar og Birgir Enni borðreiddi.


Jacob Cedergren við tendrara avmyndaði eg í roykirúminum á einum hotelli í Lübeck fyri stuttum. Farið og hyggið, hetta er besti av øllum Malmrosfilmum. Men hann er so lágmæltur, at poppkorn og bommposar larma alt ov illa. Gevið frið í biografinum og njóti løtuna, tað hevur hesin undurfulli filmur uppiborðið. Og minnist til lummaturriklæði!